Eftirløn og trygging.
Eftirløn
Kunning um eftirløn og samlagstrygging er at finna í hesum faldara
Eftirlønargjøld skulu flytast til LÍV á konto nr. 9181 - 478.898.4
Eftirlønargjøld til Betri Pensjón skulu flytast á konto hjá Betri Pensjón 9181-166.414.1
P-tal skal upplýsast í samband við inngjald av eftirløn.
Limir skulu sjálvir avtala við eftirlønarfelagið um hvussu eftirlønin skal samansetast.
Eftirlønarsatsir - Sáttmáli við Maskinmeistarafelagið
- Fíggjarmálaráðið: Alment settir á landi - 01.10.2015: 15 %
- Fíggjarmálaráðið: Havstovan - 01.10.2013: 15 %
- Fíggjarmálaráðið: Strandfaraskip Landsins - 01.10.2016: 14,50 %
- Føroya Arbeiðsgevarafelag: Privat settir á landi - 01.06.2014: 15 %
- Kommunala Arbeiðsgevarafelag: SEV og IRF - 01.10.2015: 15 %
- Reiðarafelagið fyri Handilsskip - 17.02.2023: 13,00 %
- Føroya Reiðarafelag: Fiskiskip - Kr. 50,- pr. dag og harafturat egingjald
Lógarkravd eftirløn
- frá 1. januar 2023: 9 prosent,
- frá 1. januar 2024: 10 prosent,
- frá 1. januar 2025: 11 prosent,
- frá 1. januar 2026: 12 prosent
Samlagstrygging
Maskinmeistarafelagið hevur avtalu við LÍV um samlagstrygging. Allir virknir limir felagsins skulu vera við í hesum tryggingum. Sama er galdandi fyri juniorlimir.
Gjald
Tryggingargjaldið hjá teimum, sum hava eftirlønarskipan hjá LÍV, verður gjaldil til samlagstryggingina drigið frá inngjaldinum til eftirlønina.
Limir, sum ikki hava eftirløn hjá LÍV, skulu gera avtalu við LÍV um at rinda tryggingina við fastari mánaðarligari flyting.
Tryggingarupphæddir (galdandi frá 1. juli 2026)
| Um limur doyr, til pensjónsaldur: | kr. 800.000,- |
| Um limur fær hættisliga sjúku: | kr. 150.000,- |
| Um barn hjá limi fær hættisliga sjúku: | kr. 150.000,- |
Hoyritól
Fær limur játtað hoyritól frá Almannaverkinum, gevur hetta samstundis rætt til eitt útgjald frá tryggingini. Útgoldið verður sambært játtan frá Almannaverkinum og rokning frá veitaranum. Almannaverkið rindar í mun til teirra lógarheimild, meðan tryggingin síðani rindar upp til veruliga kostnaðin, tó í mesta lagi kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið sær.
Tryggingin er galdandi til limur er 67 1/2 ár
Hættisligt sjúka
Umsóknarblað til hættisliga sjúku kann heintast her
Leiðbeining
Ynskist nærri leiðbeining ert tú vælkomin at seta teg í samband við LÍV og Betri Pensjón ella Maskinmeistarafelagið.
- Telefon hjá Lív: 31 11 11
- Telefon hjá Maskinmeistarafelagnum: 31 47 18