Heilsuváttan (Bláa bók).
Viðvíkjandi gjaldi fyri læknakanning í samband við Bláu bók er fylgjandi ásett í "Kunngerð nr. 131 frá 28. desember 2010 um læknakanning fyri sjófólk":
§ 18.
Arbeiðsgevarin ber útreiðslurnar hjá viðkomandi sjófólki fyri læknakanningar sambært § 4. Sjófólkið rindar til sjóvinnulæknan fyri læknakanningina, og fær síðani gjaldið endurrindað frá arbeiðsgevaranum. Um sjófólkið ikki hevur nakran arbeiðsgevara, tá ið læknakanningin verður gjørd, fær viðkomandi útreiðslurnar fyri læknakanningina endurrindaðar frá tí fyrsta arbeiðsgevaranum, sum setir viðkomandi í starv, har krav er um gilt heilsuprógv, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2.
Treytin fyri fáa endurrindan frá arbeiðsgevaranum eftir stk. 1 er tó, at sjófólkið í minsta lagi hevur verið í hálvt ár við einum skipi hjá arbeiðsgevaranum, og at sjófólkið kann útflýggja frumritið av kvittanini fyri, at viðkomandi hevur rindað fyri læknaváttanina.
Stk. 3.
Sjóvinnustýrið rindar fyri læknakanningar í sambandi við, at Sjóvinnustýrið í samráð við Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu krevur, at gjøllari kanning skal fara fram hjá serlækna, sbr. § 10, og tá ið Sjóvinnustýrið krevur gjøllari kanning hjá serlækna eftir § 15, stk. 5.
Stk. 4.
Sjóvinnustýrið rindar fyri læknakanningarnar sambært stk. 3, tá ið Sjóvinnustýrið hevur móttikið kanningarúrslitið.
Stk. 5.
Samsýningin fyri læknakanningar, sum verða framdar í Føroyum, verður ásett sambært avtalu millum Reiðarafeløgini og Kommunulæknafelag Føroya.