Vælkomin.
Her finnur tú ymiskar viðkomandi upplýsingar í samband við limaskap i felagnum og um hvat felagið kann hjálpa tær við. Vit greiða her frá fyrimunum við at vera limur í Maskinmeistarafelagnum og møguleiki er eisini her at melda seg inn í felagið online.
Nevndin setir støðugt fram henda spurning:
Hvat ynskja okkara limir?
Um tú hevur okkurt gott hugskot um eitt evni ella ynskir at fáa okkurt avíst mál nærri viðgjørt, er tú vælkomin at senda okkum eitt bræv til mf@mf.fo
Nýtt starv?
Spyr teg fyri áðrenn tú sigur ja-takk til starvið.
Tað hendur alt ov ofta at limir ikki venda sær til Maskinmeistarafelagið áðrenn setanarsáttmálin verður undirskrivaður. Úrslitið kann vera, at løn og treytir ikki eru á tí støði ein kann vænta, samanborið við aðrar starvsfelagar. Maskinmeistarafelagið er av teirri áskoðan at sáttmálar eru minumunssáttmálar. Tað merkir at, tá man samráðist um nýggja starvssetan, hevur Maskinmeistari møguleikan fyri, at krevja betri starvssetanarviðurskifti enn minimunssáttmálin ásetur.
Tað tekur nógva tíð og orku at fáa rætta feilásetingar í eitt nú lønarstigi v.m.
Vend tær til felagið
Tí eigur limur í Maskinmeistarafelagnum altíð at venda sær til felagið við fyrispurningi um innplasering í lønarstiga áðrenn limur undirskrivar ein setanarsáttmála.
Ring til formannin á tlf.: 217718 ella felagið á tlf.: 314718 ella skriva t-post við fyrispurningi hesum viðvíkjandi til: mf@mf.fo
Løgfrøðisligt tænasta
Limir eru tryggjaðir í sínari starvssetan við sáttmálum felagsins við reiðara- og arbeiðsgevarafeløg. Felagið kann altíð veita hjálp, ráð og vegleiðing í samband við ivamál um arbeiðis- og lønarviðurskifti. Felagið hevur støðugt samband við advokat og kann altíð veita løgfrøðislig hjálp, um tørvur er á tí.
Ávirkan á sáttmálar
Í samband við sáttmálasamráðingar verður skipað fyri fundum fyri limir, innan tað ávísa sáttmálaøki, sum samráðst verður um. Her hevur tú høvi til at seta fram tíni ynski um broytingar og ábøtur.
Trygging
Allir limir felagsins kunnu vera við í samlagstryggingini. Nærri er greitt frá hesum undir teiginum EFTIRLØN & TRYGGING
Hvat hevur týdning fyri teg?
Ein sáttmáli umfatar nógv ymisk viðurskifti, ið kunnu hava týdning fyri trivnaðin á einum arbeiðsplássi bæði á sjógvi og landi.Í høvuðsheitum er talan um setanar- og uppsagnarreglur, løn, eftirløn, frítíð og eftirútbúgving.
Afturat hesum kann ein starvsetan umfata ymiskar aðrar ágóðar sum serstakar viðbøtur, fríðan bil, teldu og teldusamband, fartelefon o. a.
Tað hevur stóran týdning fyri nevndina at kenna ynskini hjá limunum og tú er tí altíð vælkomin við at seta fram ynskir og hugsanir um øll sáttmálaviðurskifti. Hetta kann gerast við at skriva til felagið og/ella at taka málið upp á kjaktorginum.
Løn
Lønin skal nøkta fíggjarliga tørvin hjá løntakaranum og tí hevur hon sjálvandi stóran týdning.
Eftirløn
Seinastu árini hevur nógv verið tosað um eftirløn og skiftandi landsstýri hava havt tað sum mál at finna eina loysn á hesum máli, men tað hevur gingið sera striltið. Mangt bendir á, at eftirløn framhaldandi verður samansett av gjøldum frá fleiri skipanum og ein part av hesum má hvør einstakur gjalda gjøgnum egna eftirlønarskipan. Hetta er tí ofta ein partur av einum samráðingarúrsliti.
Frítíð
Tað eru í flestu førum greiðar reglur um frítíð, men viðhvørt kann frítíð gerast ein partur av einari semju. Talan kann tá vera um at skerja ella økja frítíðina.