Heiðurslimir.
Limir sum hava virkað til gagns fyri maskinmeistarastættin.
-
Vilhelm Nielsen, Heiðurslimur í 1962
Vilhelm Nielsen, føddur 1. novembur 1892 í Jyllandi, deyður 25. desembur 1970 í Tórshavn. Maskinmeistari úr København. Heiðurslimur í Føroya Maskinistfelag 1962.
-
Danial P Samuelsen (Danial Í Horni), Heiðurslimur í 1964
Daniel P. Samuelsen (Dánal í Horni), føddur í Havn 8. apríl 1869. Dánjal arbeiddi sum ungur á fabrikkini hjá Østrøm í Havn. Sigldi síðani við eingilskmonnum. Heimafturkomin sigldi hann við gamla Smirli hjá Mortensen. 1907-28 maskinmeistari við Ruth. Eftir at Ruth var løgd, arbeiddi hann eina tíð í Meiarínum, fór so við hvalabátum norðuri við Air. Seinastu ferð, hann var burtur, var við Isafold, har hann var 2. meistari saman við son- inum, Carl í Horni, sum var 1. meistari. 1951 varð Dánjal í Horni gjørdur til heiðurslim felagsins. Hann doyði 30. mai 1964, nítifimm ár.
-
Carl Niclas Samuelsen, Heiðuslimur í 1966
Carl Niclas Samuelsen, fødd- ur í Tórshavn 3. oktobur 1901. I smiðjulæru í Askhams smiðju og í Københavns Flydedok. 1925 prógv frá Københavns Maskinmesterskole. 1926 installa- tørprógv frá sama skúla. Sigldi nógv ár hjá Skipafelagnum og uttanlands hjá Myren. A Elverkinum á Rundingi, var við trolarum og seinast á Tórshavnar Skipasmiðju. 1941 ein av stovnarum felagsins og fyrsti formaður tess og varafor- maður 1941-45. 1966 gjørdur heiðurslimur felagsins.
-
Jógvan Elias Jacobsen, Heiðurslimur í 1971
Jógvan Elias Jacobsen, føddur í Kvívík 8. mai 1898. Fór ungur til skips og var við ymsum føroyskum sluppum. 1923 fór hann á Haslev Håndværkerhøjskole og eftir tað á Horsens Håndværkerskole. Frammanundan hevði hann verið í smiðjuni hjá Harald Joensen í Miðvági og fór aftur hagar, tá ið hann kom aftur úr Danmark.
1927 meistari við Trónda, seinni við Hjørdis. 1938 við Tór I og var við honum, tá ið hann varð søktur 10. desembur 1940. 1940 við Tór II og var við honum, til hann varð søktur 1. apríl 1944. Tá bjargaðust bara 3 mans, og hann var ein, men tá fekk hann mein fyri lívið. Aftan á seinna heimsbardaga sigldi hann við Torfinni, Tórhalli, Gullfinni og Gøtu Trónda.
Jógvan Elias varð gjørdur heiðurslimur felagsins í 1971. Hann doyði 6. august 1980.
-
Sigmund Hoydal, Heiðurslimur í 1981
Sigmund Hoydal er føddur 2. august 1914. Í smiðjulæru hjá Wenzel Petersen, Tórshavn. 1936/37 á handverkaraskúla í Haslev. 1937/38 arbeitt á Ørstedværket, København. 1937/38 kvøldskúla í Københavns Maskinskole og tók 1. part. 1939 2. part á Københavns Maskinskole. 1940 installatørprógv frá Københavns Maskinskole. 1940/42 arbeitt á H. C. Ørstedværket. 1943/45 arbeitt á Svanemølleværket. 1945 settur sum maskinmeistari á Tórshavnar elverki. Limur í Føroya Maskinistfelag 1947.
Sat sum skrivari og kassameistari 1948-74.
Heiðurslimur felagsins 1981.