Felagið.
Maskinmeistarafelagið er felag fyri maskinmeistarar, maskinistar og el-innstallatørar.
Umleið 1100 limir eru í felagnum.
Felagið hevur sáttmálar við reiðarafeløg, arbeiðsgevarafeløg
og almennar arbeiðisgevarar bæði innan sjóvinnu og á landi.
Felagið samstarvar harafturat við onnur fakfeløg og við stovnar, fyritøkur og myndugleikar har maskinmeistarar hava síni áhugamál.
Maskinmeistarafelagið er partur av NMF (Nordic Engineer Officer´s Federation) sum er áhugafelagið fyri 30.000 maskinmeistara úr øllum norðurlondum. Endamálið við NMF er sameint styrkja og stuðla limalond í sáttmálasamráðingum fyri at tryggja arbeiðsviðurskifti og lønarlag í norðurlondum. Aftrat hesum arbeiðir NMF miðvíst við at viðmæla altjóða lóggávu á maritima økinum.
Maskinmeistarafelagið er eisini partur av FMU (Faroes Maritime Union) sum er eitt paraply felag fyri øll sjógvfakfeløgini í Føroyum. Endamálið við FMU er at tryggja at arbeiðsumstøður og løn hjá útlendskum sjófólkið umborð á Føroyskum FAS skipum.
Maskinmeistarafelagið er sjálstøðugur limur í ITF (International transport Workers Federation). ITF er talurør fyri 18,5 miljónum arbeiðarar á transport økinum og hevur limafeløg í 150 londum.