ÁRSAÐALFUNDURIN 2019.
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður
leygardagin tann 16. mars kl. 14 á hotel Hafnia
Skráin er sambært lógini hendan:
- Val av fundarstjóra.
- Frágreiðing formansins.
- Leggja fram roknskap til góðkenningar.
- Uppskot um lógarbroytingar.
- Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
- Ásetan av limagjøldum
- Velja skrásettan grannskoðara.
- Ymiskt.
Á aðalfundinum verður fyrilestur hildin um eftirlønarviðurskifti og høvi verður at seta spurningar í hesum sambandi.
Tá freistin fyri uppstilling til nevndarval var úti tann 15. desember, vóru tvey valevni uppstillaði.
Tey eru verandi nevndarlimur og næstformaður Regin Olsen, sum starvast á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Berit Hovsgarð, sum starvast hjá SEV á Vágsverkinum.
Verandi nevndarlimur Hans Ingvard Joensen hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur til nevndarval.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum tann 16. mars, kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58.
Uppskot til nevndarlimir kunnu eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.