28. feb. 2019
SÁTTMÁLIN LONGDUR EITT SAMDØGUR.
Á samráðingarfundi í dag var semja um at leingja sáttmálafreistina í eitt samdøgur, meðan hildið verður á við samráðingunum.
Arbeitt verður við at gera semjuskjal og væntandi verður tað greitt í morgin, um hetta fer at eydnast.