Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
02. nov. 2023

So er stríðið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar harðna av álvara..

Sí skriv til Løgmann frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar her.


Soljóðandi skriv er sent til løgmann, Aksel V. Johannesen.

 

Góðan dagin

 

Aksel V. Johannesen, Løgmaður

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur 10. apríl 2014 gjørt eina avtalu við Fíggjarmálaráðið um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi út frá Løgtingslóg um semingsstovn § 7. stk. 1.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hildið seg til hesa avtaluna og stendur við avtaluna.

Tó skal sigast, at um tú, sum løgmaður, eisini umboðandi Fíggjarmálaráðið, á nakran hátt ger teg inn á avtaluna við at bera eitt lógaruppskot í Løgtingið fyri at styrkja egnu forhandlingstøðu, sær Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar seg ikki bundnan av avtaluni longur og lýsir arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á sáttmálaøkinum, har sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er galdandi.

Verkfallið traðkar í kraft í tí løtu, tað verður lýst.

 

Umframt hesar fylgir, so nýtast tit bert at hyggja til Danmarkar, har stjórnin valdi somu loysn, avleiðingarnar har hava verið hópuppsagnir.

Tað er vorðið okkum heilt greitt, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur viljað funnið semju, men hevur í staðin roynt at kroyst okkum til eina støðu, har vit máttu siga her til og ikki longur.

Hetta verður nú brúkt fyri at fáa Løgtingið at avgreiða málið fyri seg.

Har er ríkiligt av rúmi at samráðast, um Fíggjarmálaráðið bert sleppur sínum ultimatumi.

 

Óluva í Gong, forkvinna

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar