Maskinmeistarafelagið fer at kæra av nýggjum.
Azimuthurin varð ikki nevndur við einum orði, tá Sjóvinnuráðið viðgjørdi kæru um manningarskjalið á Jákup Sverra. Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur ongan iva vera um, at azimuthurin skal teljast við í samlaðu framtøkumegini, og tí kærir felagið málið av nýggjum
- Sum vit síggja málið um manningarskjalið á Jákup Sverra, so má Sjóvinnuráðið viðgera tað av nýggjum, og tað fara vit at biðja ráðið um at gera. Tí í kæruviðgerðini í 2021 var fortreytin, at skipið hevði eina framtøkumegi uppá 2.400 kW. Tann fortreytin er skeiv, tí við azimuthinum, sum ikki er nevndur við einum orði í sambandi við tað kærumálið, er samlaða framtøkumegin í minsta lagi 3.200 kW.
Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Hann fór ígjøgnum alt kærumálið frá 2021, sum Maskinmeistarafelagið tapti, eftir at stjórin í Sjóvinnustýrinum í útvarpstíðindunum á middegi mánadagin fekk fría mikrofon at endurtaka, at maskinorkan á Jákup Sverra bara er 2.400 kW, og at azimuthurin ikki skal roknast uppí, tí hann bara er ætlaður at halda skipinum pinnastilt á eini knattstøðu.
- Hatta málið er frá tíðini, áðrenn eg tók við sum formaður, so eg var ikki inni í øllum smálutunum, men nú síggi eg, at azimuthurin ongantíð er nevndur undir kæruviðgerðini, og onki bendir á, at limirnir í ráðnum vóru kunnaðir um hann. Fortreytirnar fyri allari viðgerðini hava tí verið skeivar, staðfestir Arnfinn Bech.
Hann hevur ilt við at skilja uppáhaldið hjá stjóranum í Sjóvinnustýrinum í útvarpstíðindunum, at azimuthurin ikki er ætlaður til framdrift og tí ikki skal teljast við.
- Eg giti, at manningarlógin mann vera eitt av hansara fremstu amboðum, og hon sigur púra greitt, at alt, sum kann dríva skipið fram, er partur av framtøkumegini. Tað kann azimuthurin, og vit hava harafturat frá einum av maskinmanningini á Jákup Sverra fingið at vita, at azimuthurin ikki bara kann, men eisini javnan verður brúktur til framdrift, sigur Arnfinn Bech.
Maskinmeistarafelagið hevur áður eisini endurgivið norska Odd Rune Malterud, sum, umframt at vera forseti í norðurlendska maskinmeistarafelagsskapinum NMF og varastjóri í norska maskinmeistarafelagnum, eisini umboðar fremstu serfrøðina á økinum í altjóða høpi. Heldur ikki hann var í iva um, at azimuthurin skal teljast upp í framtøkumegina.
Sí greinina “Framtøkumegi trýstir hýru niður” her.
Maskinmeistarafelagið kærdi í síni tíð manningarskjalið á Jákup Sverra, áðrenn skipið var handað og helt seg tá bara til framtøkumegina, sum hon var upplýst í manningarskjalinum, í tí trúgv, at alt var tikið við, sum lógin ásetur. Tí var ikki gáað serskilt um azimuthin tá.
Kæran snúið seg hinvegin um, at felagið metti, at Sjóvinnustýrið átti at havt hækka førleikakrøvini til maskinmanningina, tí skipið er útgjørt við so nógvari framkomnari tøkni og ikki minni, at framtøkan er diesel-elektrisk. Diesel-elektrisk framtøka (framdrift) setur krøv til el-førleikar, sum maskinistar ikki fáa í síni útbúgving.
Sambært manningarskjalinum er tað kortini nóg mikið, at maskinmanningin telur ein maskinstjóra og ein maskinmeistara, sum hava maskinistprógv (samsvarandi STCW-reg. III/3), tí framtøkumegin bara er skrásett at vera 2.400 kW.
Tað er ikki, fyrr enn framtøkumegin er 3.000 kW ella meira, at manningarlógin krevur, at bæði maskinstjóri og fyrstimeistari hava maskinmeistaraprógv (samsvarandi STCW-reg. III/2).
Umframt herd førleikakrøv er lønarlagið hjá maskinmeistarunum eisini hægri á skipum við framtøkumegi oman fyri 3.000 kW enn á skipum við minni framtøkumegi.