17 maskinmeistarar og tveir maskinistar fingu prógv.
Fríggjadagin var hátíðarhald á Vinnuháskúlanum, tá prógvhandan var á skránni.
Seks skiparar, átta skipsførarar, tveir maskinistar og ikki færri enn 17 maskinmeistarar fingu prógv síni á Vinnuháskúlanum í Havn fríggjadagin.
Sum altíð var fult av fólki og hátíðardámur til prógvhandanina í Skálanum á Vinnuháskúlanum. Símun Poulsen, skúlastjóri, beyð vælkomin og helt sína røðu. Øll sungu síðan í felag “Nú hvítna tindar fjøllum á”, áðrenn gestasangarin Magni Christiansen undirhelt við nøkrum av sínum góðu sangum.
Familja og avvarðandi hjá teimum, ið fingu prógv, gestarøðarar og onnur fyltu Skálan á Vinnuháskúlanum.
Mynd: Heinesen Myndir
Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum, beyð vælkomin og helt eina røðu.
Mynd: Heinesen Myndir
So var stóra løtan komin, tá nýklaktu skipararnir, skipsførararnir og maskinmeistararnir ein og ein blivu róptir upp at fáa prógvið í hondina, og virðislønir vórðu lætnar fyri góð avrik og ídni.
Tá prógvini vóru handað, var orðið frítt, og bæði umboð fyri næmingarnar og gestir nýttu høvið at siga nøkur orð. Eisini Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, helt røðu, og hon kann lesast aðrastaðni her á síðuni.
Sum siður er, endaði sjálv hátíðarløtan við, at fólkið reisti seg og sang tjóðsangin. Aftaná var kaffi og okkurt søtt at fáa, og prátið gekk dúgliga.
Maskinmeistarafelagið lat 2. virðislønina, eitt mátitól. Virðislønina fekk Jákup Biskopstø Andreasen, høgrumegin, handaða frá Arnfinni Bech, formanni í Maskinmeistarafelagnum. Mynd: Heinesen Myndir
Maskinistar: Jákup Pauli á Lava (myndin) og Bjartur Jónarsson Randrup fingu prógv sum maskinistar. Bjartur Jónarsson Randrup var burturstaddur. Mynd: Heinesen Myndir
Teir 17 nýggju maskinmeistararnir, sum fingu prógv hesa ferð: Andrias Midjord Høgnesen, Beinir Unason Nón, Brandur Jákupsson, Daniel Øvre, David Arnold Hjelm, Egil Olsen (vantar á myndini), Hans Jákup Lervig, Ísakur Viðoy Staksá, Jákup Biskopstø Andreasen, Jógvan Andrias Heinason Joensen, Jóhan í Garðastovu, Kristian Martin úr Fugloy Joensen, Magnus Rasmussen Jógvansson, Petur Erhardsson Müller, Rói Zachariasen, Teitur Rúnason Nielsen og Uni Klein. Mynd: Heinesen Myndir
Virðislønir: 1. Hans Jákup Lervig, grindaknív frá SEV. 2. Jákup Biskopstø Andreasen, mátitól frá Maskinmeistarafelagnum. 3. Brandur Jákupsson, kikara frá Norðoya Sparikassa.
Ídnisvirðisløn: Petur Erhardsson Müller, gullur frá A. P. Møller