Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
22. jan. 2024

Formaðurin hugleiddi um tøkniligu menningina.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, tosaði um alt tað “smarta”, sum framtíðin bjóðar maskinmeistarunum. Men tó at automatisering og vitlíki fara at taka sær av støðugt fleiri uppgávum, so væntaði hann ikki, at skipini nakrantíð fara at sigla mannleys, tí brúk verður altíð fyri maskinmeistarum at rætta feilir, gera viðlíkahald og annað. Hann minti eisini á altíð at vísa samhaldsfesti og fakfelagssinni og ikki minst hjálpsem, nú ferðin gongur út á arbeiðsmarknaðin:

Góðu maskinmeistarar, maskinistar, skipsførarar og skiparar.

Allarfyrst vil eg vegna meg sjálvan og Maskinmeistarafelagið ynskja tykkum øllum somlum hjartaliga til lukku við próvnum.

Hetta er aðru ferð, at eg standi her og haldi røðu fyri dimiterandi sjóvinnuskúlanæmingum – tað rørir meg heilt inn á hjartað at síggja tykkum allar fáa handað prógv. Kenslur, eg sjálvur sat við, tá eg sat í tykkara stað fyri skjótt nógvum árum síðan, fylla meg enn einaferð, og eg hugsi, hvussu deiligt tað er at vera liðugur við allar próvtøkurnar og vera komin á mál.

Eg veit, at tit ikki eru komin sovandi til prógvini. Tað krevur hart og miðvíst arbeiði at vinna vegin fram hiðar, sum tit nú sita. Og eg ivist ikki í, at tit hesi skúlaárini oftast hava raðfest skúlan og skúlatingini fram um sosiala samveru við vinir og familju.

Men júst tí vil eg minna tykkum á at æra og virða tey, sum hava staðið aftanfyri og stuðlað tykkum. Og virðismetið eisini tey vinabond, tit hava knýtt hesi skúlaárini, og haldið tey við líka.

Tit hava øll fingið tykkum nakrar fantastiskar útbúgvingar og standa nú á gáttini til eina spennandi yrkisleið, har allur heimurin ligur opin fyri tykkum við einum havi av møguleikum.

At so er, kunnu tit takka hesum skúlanum fyri og sjálvandi serliga lærarunum, sum eru í heimsflokki og hvønn dag møta inn á Vinnuháskúlanum fyri at geva næmingunum ta allarbestu útbúgvingina.

Vit standa á herðunum á teimum, ið undan fóru. Soleiðis hevur verið ættarlið eftir ættarlið síðan landnám. Nú eru tit so nýggjasta ættarliðið av evnaríkum og framfýsnum føroyingum, ið hava nomið sær prógv innan sjóvinnu, og harvið eru tit eisini við til at lyfta arvin eftir teir váðafúsu og djørvu garparnar, sum við stríði og strevi og ikki minst stórum hegni laðaðu grundina undir hetta samfelagið, sum vit kenna í dag.

--

Maskinmeistarar, tit hava nomið tykkum eina útbúgving, sum avgjørt peikar inn í framtíðina, har bæði starvs- og útbúgvingarmøguleikar eru í eini rúkandi menning. Tit eru eisini í tí serligu støðu, at gravgangur er eftir tykkum bæði á sjógvi og landi.

Virðingin fyri maskinmeistarafakinum er sera høg, og ert tú føroyingur, so telur tað í hvussu er ikki niður. Serstakliga í okkara grannalondum er eftirspurningurin so stórur, at tit kunnu velja og vraka millum størv á sjógvi og landi, næstan sum tykkum lystir.

Men okur síggja, at gongdin meira og meira byrjar at líkjast tí saman her heima. Tí hava tit frælsi at velja eina leið, fyri síðan seinni at kunna broyta kós og kanska royna tykkum við heilt øðrum og spennandi avbjóðingum.

Men sama hvørja lívsleið, tit sum maskinmeistarar velja, so fara tit at standa í fremstu røð at fremja grøna orkuskiftið, tí tit verða við vissu ein sentralur partur í tí.

Bæði á sjógvi og landi er ein stór menning í gongd fram ímóti at finna tær bestu varandi og grønu orkuloysnirnar.

Hvørjar hesar orkuloysnirnar verða umborð á skipunum, veit ongin enn at siga við vissu. Helst verða tað fleiri loysnir, alt eftir skipaslagi og siglingarleiðunum, skipið er ætlað til. Infrakervið og logistikkurin á landi at handfara og flyta brennievni ávirkar eisini gongdina í so máta.

Tað, vit vita við vissu, er, at framtíðin verður enn meira automatiserað og talgild enn í dag.

At alt verður meira “smart”, er ikki nakað nýtt í sjálvum sær. Automatisering og nýggj tøkni umborð á skipunum hevur verið gerandisdagur í nógv ár. Tað nýggja er kanska, at skip í framtíðini ikki bara vera smart, men fara at vita til sín, tí vitlíki í støðugt størri mun fer at taka týðandi avgerðir umborð.

“Vitlíki” var kosið ársins orð í 2023, og tað er bert ein spurningur um tíð, nær hetta fer at kollvelta allan heimin og eisini hava stóra ávirkan á, hvussu skip verða rikin í framtíðini, og hvørji krøv verða sett til sjófólk tá.

Tó haldi eg tað ikki vera realistiskt, at skipini verða púra mannleys og virka sum siglandi dronur, sjálvt um tey tøkniliga saktans kunnu. Tí tað fer altíð at vera brúk fyri fólki at rætta feilir og gera viðlíkahald og tryggja, at skipini koma trygt í havn.

Men arbeiðsuppgávurnar umborð broytast við lækkandi manningartalið, og tískil kann hugsast, at eitt nú navigatørurin og maskinmeistarin við tíðini renna saman í eina funktión.

Tí setir framtíðin eisini krøv til Vinnuskúlan, at hann dagførir sínar útbúgvingar so hvørt. Men tað er eisini ábyrgdin hjá tykkum, sum sita her við spildurnýggjum prógvum, at tit alla tíðina dagføra tykkara vitan. Tí mugu tit altíð royna at varðveita hugin at læra.

Tá eg sum tannáringur fór út á arbeiðsmarknaðin fyrstu ferð, fór eg at arbeiða saman við tveimum maskinmeistarum – Hera og Pidda.

Heri var tann útvendi, ella ekstroverti, íverksetin, sum sá møguleikar í øllum og dugdi at fáa serliga ung fólk at vera við upp á síni hugskot við at vísa teimum eitt óavmarkað álit.

Piddi var meira tann vanligi, jarðbundni maskinmeistarin, sum fekk alt at rigga, líkamikið hvat var galið. Setti tú honum ein spurning, so fekst tú altíð eina góða tekniska frágreiðing um trupulleikan.

Hesir báðir, Heri og Piddi, blivu skjótt mínar fyrimyndir, og lærdi eg nógv av teimum, so tað var eitt lætt val fyri meg at fara á maskinmeistaraskúla, og eiga teir størstu æruna av, at eg standi her í dag.

Tit hava sikkurt øll ein “Pidda” ella ein “Hera” í tykkara lívi, sum hevur verið viðvirkandi til, at tit sita her í dag.

Og tí vil eg inniliga biðja tykkum allar um altíð at verða ein fyrimynd, og geva frá tykkum vitan og íblástur til ungdómin, sum tit møta á tykkara leið. Stuðlið undir og hjálpið næmingum og lærlingum, sum tit annaðhvørt fara at varða av ella arbeiða saman við – við øðrum orðum, næstu ættarliðini av Vinnuskúla-næmingum

Eg vil eisini heita á tykkum um altíð at hava samhaldsfesti og fakfelagssinni við tykkum, har tit virka og arbeiða. Onki er óført, tá tað gongur væl, men onkuntíð kann mótgongdin raka, og serliga tá hevur tað týdning at hava eitt sterkt fakfelag í rygginum.

At enda fari eg at nýta høvi at takka Vinnuháskúlanum fyri, at Maskinmeistarafelagið aftur er boðið við til prógvhandanina at hátíðarhalda allar okkara nýggju starvsfelagaðar.

Og enn einaferð skal eg ynskja tykkum øllum somlum hjartaliga til lukku við prógvunum og blíðan byr frameftir á lívsleiðini.

Takk fyri