Lima-appin og intranetið á gáttini.
Maskinmeistarafelagið hevur fingið handað nýggja intranetið við tilhoyrandi app frá veitaranum Intra, og í næstu viku verður lima-appin tendrað. Appin og intranetið verða miðdepil fyri samskiftinum millum limir og felag frameftir. Í appini er eisini limakortið, og uppi í tí hanga fleiri góðar avsláttraravtalur til ymiskar handilsfyritøkur og veitarar
Greinin varð løgd út mikudagin 14. februar og er dagførd mánadagin 19. februar kl. 11.45
Løtt og skjót atgongd til felagið og ómakaleys avgreiðsla. Tað eru leiðorðini, nú nýggja intranetið og tilhoyrandi lima-appin hjá Maskinmeistarafelagnum verða veruleiki í næstu viku.
Upprunaliga var ætlað, at lima-appin skuldi gerast virkin í dag, men onkrir tøkniligir ivaspurningar gera, at tað má bíða til í næstu viku.
Tá fáa limirnir í Maskinmeistarafelagnum atgongd til intranetið annaðhvørt við nýggju lima-appini á telefonini, ella á telduni, har tað á heimasíðuni hjá felagnum ber til at rita seg inn á eina telduútgávu av lima-appini.
Tað er Intra í Saltangará, sum hevur ment skipanina, og í síðstu viku vóru stjórarnir báðir, brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard, á gátt hjá Maskinmeistarafelagnum og handaðu lidna arbeiðið. Hesa vikuna skal skipanin trýstroynast og møgulig brek rættast, og síðan er ætlanin at lata intranetið og lima-appina upp í næstu viku.
Í appini er eisini eitt talgilt limakort, og við tí uppi á sær kunnu limirnir í Maskinmeistarafelagnum fáa avsláttur frá fleiri ymiskum handilsfyritøkum og veitarum.
Tá intranetið er tendrað, verður kunnað nærri her á heimasíðuni um ymisku funksjónirnar.
(GG: Trýst á myndirnar fyri at fáa myndatekstir fram)