23. mar. 2024
Frágreiðingin fyri farna árið løgd fram.
Einir 60 limir í Maskinmeistarafelagnum eru møttir á aðalfundi á Hotel Hafnia. Formaðurin hevur lagt eina skrivaða frágreiðing fram og hevur so eina framløgu, har tað í stuttum verður greitt frá virkseminum og ætlanunum frameftir
Ofta er uppmøtingin í lakara lagi á aðalfundunum hjá Maskinmeistarafelagnum, men á aðalfundinum í ár hava limirnir megnað at fylt Parnassið á Hotel Hafnia. Okkurt um 60 limir eru møttir, og tað er nógv, um samanborið verður við tey seinastu árini.
Formaðurin hevur lagt fram ársfrágreiðing og havt framløgu við støði í frágreiðingini.
Ársfrágreiðingin kann takast niður HER
og framløgan er HER
Gev gætur, at nummarrøðin í framløguni fylgir nummarrøðini í frágreiðingini.