Nýklaktir maskinmeistarar.
Tíggju maskinmeistarar fingu prógv á Vinnuháskúlanum týsdagin, har hátíðarhald var í fullsetta Skálanum. Finnur Joensen, skrivstovuleiðari í Maskinmeistarafelagnum, segði nøkur orð, og heitti millum annað á nýggju maskinmeistararnar um at varðveita tilknýtið til fakfelagið
Týsdagin var hátíðarhald á Vinnuháskúlanum í Havn, tá nýklaktir maskinmeistarar, skipsførarar og skiparar fingu prógv síni.
Av teimum 20 prógvunum, ið vórðu handað, áttu maskinmeistararnir helvtina.
10 nýggir maskinmeistarar: Teitur Vilhelmsen Dalsgarð, Kristian Elias Christiansen, Remi Rógvason Rasmussen, Eliesar Høj Joensen, Eyðun Løkságarð Josephsen, Leivur Debes, Óli Magnusmørk, Brian Fagradal, Bjartmar Holm og Hilbert Funn Joensen
Virðislønir: 1. Teitur Vilhelmsen Dalsgarð, grindaknív frá SEV. 2. Bjartmar Holm, mátitól frá Maskinmeistarafelagnum. 3. Óli Magnusmørk, kikara frá Norðoya Sparikassa
Ídnisvirðisløn: Kristian Elias Christiansen, gávu frá P/F Smyril Line
Maskinmeistarafelagið læt aðru virðisløn fyri hægstu próvtøl, og her handar Finnur Joensen, skrivstovuleiðari í felagnum, Bjartmari Holm virðislønina, sum var eitt mátitól
Felagið bjóðar á gátt
Maskinmeistarafelagið leggur stóran dent á at taka væl ímóti nýútbúnum maskinmeistarum, og er altíð umboðað til prógvhandaninar, eins og tað eisini letur onkra av virðislønunum.
Í fjørð gjørdi leiðslan í felagnum av at bjóða nýklaktum maskinmeistarum á gátt stutt eftir prógvhandanina at fáa viðkomandi kunning og hugnaliga samveru. Tað er síðan vorðið ein fastur táttur, og eisini maskinmeistararnir, sum týsdagin fingu prógv síni, eru bodnir at vitja felagshúsið við Grønlandsvegin í næstum.
Á hátíðarløtuni í Skálanum á Vinnuháskúlanum var tað hesa ferð Finnur Joensen, skrivstovuleiðari, ið umboðaði Maskinmeistarafelagið, og hann gav nýútbúnu maskinmeistarunum, skipsførarunum og skiparunum nøkur góð orð á vegnum, nú arbeiðsmarknaðurin liggur opin framman fyri teimum.
Haldið sambandið við felagið
Her er talan, sum Finnur Joensen helt:
“Góðu maskinmeistarar, skipsførarar og skiparar.
Vegna Maskinmeistarafelagið vil eg ynskja tykkum hjartaliga tillukku við próvnum.
Loksins upprann dagurin, sum tit hava bíðað eftir. Seinasta tíðin hevur verið merkt av spenningi. Spenningurin, har próvtøkurnar og allur tann fjáltur, sum slíkar hava við sær, hava sett dagsskránna. Men líka so stórur sum fjálturin kann vera, líka stór er gleðin, nú komið er á mál.
Nú standa tit her, og eg kann ætla, at kenslan er góð. Tit fara nú at skifta tryggu karmarnar, ið tit hava havt her á skúlanum út við nakað annað. Somuleiðis eru tit á einum vegamóti. Tit skulu siga farvæl við tykkara floksfelagar, lærarar og starvsfólk, ið hava verið rundan um tykkum hesi árini.
Hjá nøkrum av tykkum er yrkisleiðin longu byrjað, tit fara nú í holt við annan kappittul og fara út í arbeiðslívið, her heima ella út í heimin.
Við tykkara útbúgvingum standa nærum allir møguleikar opnir. Umboðandi fakfelagið hjá maskinmeistarum kann eg kunna tykkum um, at starvsmøguleikar innan fakið trótað ikki – hvørki á sjógvi ella á landi. Tit skulu minnast til at kenna tykkara virðii og vera ernir av tykkara faki.
Hóast starvsmøguleikarnir eru nógvir, vilja vit í Maskinmeistarafelagnum minna tykkum á, at eingi rættindi koma av sær sjálvum. Fakfeløgini stríðast dagliga fyri at verja vunnin rættindi, og aftan fyri øll framstig, sum eru gjørd á leiðini, liggur hart arbeiði, har stór og tung tøk eru tikin.
Einki fakfelag er hvørki størri ella sterkari enn limirnir. Tí vil mín áheitan á tykkum í dag vera – at hava eitt framhaldandi gott samband við tykkara fakfelag. Sjálvt um tíðirnar í dag kennast góðar, kunnu viðurskifti gera seg galdandi, har tit fáa brúk fyri teimum tilboðum og tænastum, sum eitt sterkt fakfelag kann bjóða.
Vit gleða okkum at hitta tykkum á kunnandi fundi í felagnum í næstum – um øll tey grundleggjandi rættindi, sum tit hava á arbeiðsmarknaðinum.
Eg fari at enda við at ynskja tykkum øllum enn einaferð hjartaliga til lukku við próvnum og bestu eydnu á tykkara yrkisleið.
Takk fyri.”
Finnur Joensen minti í síni røðu á, at ongi rættindi koma av sær sjálvum, og at einki fakfelag er størri ella sterkari enn limirnir. - Tí vil mín áheitan á tykkum í dag vera – at hava eitt framhaldandi gott samband við tykkara fakfelag. Sjálvt um tíðirnar í dag kennast góðar, kunnu viðurskifti gera seg galdandi, har tit fáa brúk fyri teimum tilboðum og tænastum, sum eitt sterkt fakfelag kann bjóða, segði hann millum annað