Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
02. jul. 2024

Nýggjur sáttmáli fyri SEV og IRF í væntu.

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast pørtunum sjálvum at semjast um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF. Greiðari arbeiðstíðarreglur hava serliga stóran týdning fyri Maskinmeistarafelagið í hesum sáttmálanum

Maskinmeistarafelagið hevur í dag havt sín fjórða samráðingarfund við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF, og eftir fundin var Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, hampuliga bjartskygdur um, at tað fer at eydnast at samráða seg til nýggjan sáttmála, uttan at semingsmaðurin skal uppí.

Á fundinum í dag var Maskinmeistarafelagið umboðað av formanninum, Magna G. Joensen, nevndarlimi, og Halli Andreasen, álitisfólki hjá SEV.  Teir handaðu mótpartinum eitt semjuuppskot, og partarnir avtalaðu nýggjan fund fríggjadagin, tá KAF skal koma við sínum svari og møguligum mótuppskoti.

Umframt lønarspurningin hava eitt nú arbeiðstíðarreglur staðið ovarlaga á breddanum í øllum teimum nógvu sáttmálasamráðingunum, sum hava verið á skránni hjá Maskinmeistarafelagnum síðan í vár, og SEV-IRF-sáttmálin er onki undantak í so máta – tvørturímóti.

- Vit hava í veruleikanum barberað at kalla alt annað burtur í okkara upprunakrøvum, tí vit halda, at betri og greiðari arbeiðstíðarreglur hava so avgerandi stóran týdning í júst hesum sáttmálanum. SEV er mannað við maskinmeistarum alt samdøgrið, umframt at fólk er á tilkallivaktum, so tað er helst tað arbeiðsplássið á okkara sáttmálaøkjum á landi, har tørvurin á góðum og greiðum arbeiðstíðarreglum kemur týðiligast til sjóndar. Í gamla sáttmálanum eru hesi viðurskiftini als ikki nøktandi.

- Gaman í mátti semingsmaðurin uppí, áðrenn vit fingu semju um nýggjan sáttmála fyri strandfaraskipini, men tá eydnaðist tað í hvussu er at  fáa Fíggjarmálaráðið at vísa størri virðing fyri frítíðini hjá fólki, og eg vóni og vænti sjálvandi, at kommunalu arbeiðsgevararnir fara at gera tað sama í hesum samráðingunum, sigur Arnfinn Bech.

--
Á myndini er tað vinstrumegin borðið samráðingartoymið hjá Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, formaður, Magni G. Joensen, nevndarlimur, og Hallur Andreasen, álitisfólk hjá SEV, og høgrumegin Anita Fuglø, samráðingarleiðari hjá KAF, og Bjarni Mortensen, fulltrúi hjá KAF