Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
08. aug. 2024

Faroe Origin stevnt í Gerðarrættin.

Maskinmeistarafelagið ivast ikki í, at tað er í stríð við sáttmálan, at felagið ikki fær neyðugu skjølini frá Faroe Origin at eftirkanna, um oljunýtslan hjá trolarapørunum hjá reiðarínum er avroknað í samsvari við sáttmálan, og felagið metir tað eisini vera sáttmálabrot, at reiðaríið letur manningina rinda part av ísmaskinunum umborð á skipunum

Maskinmeistarafelagið hevur kært reiðaríið Faroe Origin í Runavík í Fasta Gerðarrætt, eftir at felagið meginpartin av tí, sum farið er av árinum, hevur stríðst við at kanna avrokningar hjá teimum fýra trolarunum Heyki, Falki, Baki og Stelki.

Orsøkin er illgruni um óreglusemi, og málskrøvini í kæruni til Fasta Gerðarrætt snúgva seg um vantandi innlit í roknskaparskjøl, frádrátt í manningarhýrunum fyri oljuútreiðslur og frádrátt í manningarhýrunum fyri avdrøg uppá ísmaskinur – málskrøvini eru soljóðandi:

  1. Innkærdi skal viðurkenna, at Maskinmeistarafelagið sambært § 16, stk. 10, í sáttmálanum hevur rætt til at fáa upprunalig roknskaparskjøl hjá P/F Faroe Origin fyri skipini Heyk, Stelk, Falk og Bak fyri árini 2019 til 2023 til eftirhyggjan.
  2. Innkærdi skal viðurkenna, at avskrivingar fyri ísmaskinu ikki er loyvdur frádráttur sambært § 17, stk. 2 og skjali 1, í sáttmálanum.
  3. Innkærdi skal viðurkenna, at frádráttur fyri brenniolju sambært § 17, stk. 2, og skjali 1, í sáttmálanum, skal gerast upp túr fyri túr fyri ta olju, sum er brúkt á einstaka túrinum.

Í kæruni hanga málskrav nummar 1 og nummar 3 saman, tí tað er í eftirkanningini av oljujfrádráttinum (§ 17, stk. 2 og skjal 1) í sáttmálanum), at Maskinmeistarafelagið ikki metir seg hava fingið nøktandi innlit (§ 16, stk. 10 í sáttmálanum).

Leinki til sáttmálan er HER

- Vit fáa ikki tær upplýsingarnar, sum vit skulu brúka fyri at halda eyga við, um sáttmálin verður hildin. Fáa vit ikki viðhald í tí, so mugu vit bara staðfesta, at sáttmálin er púra virðisleysur og uttan gildi. Eisini letur Faroe Origin manningarnar gjalda fyri ísmaskinur, sjálvt um avskrivingar als ikki eru við á listanum yvir loyvdar frádráttir í sáttmálanum. Í báðum førum halda vit sáttmálabrotini vera so eyðsýnd, at ongin ivi var um at beina tey í Fasta Gerðarrætt, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.


- Tað er ógvuliga ørkymlandi, at vit, samstundis sum vit hava úr at gera við sáttmálasamráðingum, skulu brúka so nógva orku uppá mál, ið eftir okkara tykki eru so sólarklár, um sáttmálin skal vera eftirfarandi, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um stríðsmálini millum felagið og Faroe Origin

Annað mál í væntu

Maskinmeistarafelagið er saman við Føroya Skipara- og Navigatørfelag eisini í orrustu við Faroe Origin í einum øðrum máli, har løgfrøðiligi stríðsspurningurin er meinlíkur honum í málskravi 1 í gerðarrættarmálinum. Tað málið snýr seg um landingar uttanlands hjá hesum somu fýra skipunum undir drúgva arbeiðaraverkfallinum tíðliga í summar. Tey bæði feløgini halda seg ikki hava fingið nøktandi innlit í avreiðingar og avrokningar og hava eisini gjørt greitt, at seinasta orðið ikki er sagt í tí málinum.

Maskinmeistarafelagið hevur í drúgva tíð brúkt nógva orku uppá at stríðast við Faroe Origin um øll hesi málini, og formaðurin argast um, at tað skal vera neyðugt.

- Tað er ógvuliga ørkymlandi, at vit, samstundis sum vit hava úr at gera við sáttmálasamráðingum, skulu brúka so nógva orku uppá mál, ið eftir okkara tykki eru so sólarklár, um sáttmálin skal vera eftirfarandi, sigur Arnfinn Bech.