Semja skal fáast um arbeiðstíðarreglur fyrst.
Semingsmaðurin hevur kravt, at ein nýsettur arbeiðsbólkur skal koma á mál við spurninginum um arbeiðstíðarreglur, áðrenn onnur krøv í sáttmálatrætuni millum Maskinmeistarafelagið og KAF yvirhøvur verða tikin upp
Seinnapartin í morgin, mánadagin, verður farið undir fyrsta stig í royndini hjá semingsmanninum at finna semju millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.
Tá verður nevniliga fyrsti fundurin í einum nýsettum arbeiðsbólki, sum eftir kravi frá Terja Seigurðsson, semingsmanni, skal greina og greiða spurninigin um arbeiðstíðarreglur, áðrenn onnur krøv hjá pørtunum yvirhøvur verða tikin upp.
Tað hevur allarhægstu raðfesting hjá Maskinmeistarafelagnum at fáa greiðar reglur um arbeiðstíð ásettar í sáttmálanum, og onnur krøv fylla lítið og onki hjá felagnum.
Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum fyri sáttmálapartarnar umframt semingsmannin ella ein av varðasemingsmonnunum.
Fyri Maskinmeistarafelagið sita Arnfinn Bech, formaður, Hallur Andreassen, felagsálitisfólk hjá maskinmeistarunum hjá SEV, og Gudmar Joensen, maskinmeistari á Sundsverkinum og fyrrverandi álitisfólk. Maskinmeistararnar hjá IRF hava ikki valt sær álitisfólk og eru tí ikki beinleiðis umboðað í arbeiðsbólkinum, men formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vissar tó um, at teir eisini verða væl og virðiliga hoyrdir, áðrenn felagið ger nakra semju.
- Tað týdningarmesta nú er, at vit fáa eitt nøktandi úrslit og fáa knæsettar reglur um arbeiðstíð. Tað eigur at verða ein fyrimunur og sigur fyri báðar partar, tí leisturin fyri, hvussu til dømis vaktarskipanir av øllum slag verða skrúvaðar saman, fer at verða púra greiður og ásettur í sáttmálanum, so tað slepst undan ivamálum, sigur Arnfinn Bech.
Umboðini hjá Maskinmeistarafelagnum í arbeiðsbólkinum høvdu fyrireikandi fund fríggjadagin. Úr vinstru er tað Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Gudmar Joensen, maskinmeistari hjá SEV á Sundi og fyrrverandi álitisfólk, og Hallur Andreassen, felagsálitisfólk og vaktmeistari á Sundi