Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
24. aug. 2024

Trygd og útbúgvingar á skrá í Reykjavík.

Trýstið á høgar standardir og útbúgvingardygdina stóð ovarlaga á dagsskránni á framskundaða heystfundinum hjá NMF

Tað er vandi í hvørjari vælferð, og stóri og støðugt vaksandi eftirspurningurin eftir maskinmeistarum setir høgu standardirnar í maskinmeistarafakinum í Norðurlondum undir trýst. Tí ræður um at vera vakin og standa fast.

Hetta var eitt av stóru evnunum, ið bleiv viðgjørt á regluliga hálvárliga fundinum hjá NMF, samstarvsfelagskapinum hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum, sum júst hevur verið í Reykjavík.

Talan var um heystfundin, ið av ymiskum orsøkum varð hildin nakað fyrr enn vanligt hesa ferð.

Trygd á sjónum, og teir nógvu altjóða sáttmálarnir tí viðvíkjandi, fylti sum vanligt eisini nógv á fundinum.

Meira verður at frætta frá fundinum her á heimasíðuni í næstum.


Arnfinn Bech og Finnur Joensen, ávikavist formaður og skrivstovuleiðari í Maskinmeistarafelagnum og høgrumegin teir sita íslendsku vertirnir Guðmundur Helgi Þórarinsson, formaður í íslendska maskinmeistarafelagnum, og Halldór Arnar Guðmundsson, leiðari á lønar- og útbúgvingardeildini í íslendska felagnum


Maskinmeistarafeløgini í Íslandi, Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi eru við í samstarvsfelagsskapinum NMF, og her eru umboðini fyri øll feløgini, sum vóru við á fundinum í Reykjavík


Nógv evni vórðu umrødd á fundinum, og sum vanligt fylti sjóvinna og trygd á sjónum nógv. Eitt stórt evni hesa ferð var eisini stóra trýstið á høgu standardirnar í maskinmeistarafakinum á okkara leiðum og á dygdina í útbúgvingunum, sum stóri eftirspurningurin eftir maskinmeistarum elvir til. Uttast vinstrumegin situr Odd Rune Malterud, varastjóri í norska maskinmeistarafelagnum og forseti í NMF, sum stýrdi fundinum

Fleiri myndir.