Maskinmeistarar standa saman.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum fegnast um, at limirnir á KAF-sáttmálaøkinum stuðla kravinum um arbeiðstíðarreglur. Tað hevur hann fingið váttan fyri á trimum kunningarfundum í gjár og í dag
Næstan allir maskinmeistararnir, sum starvast hjá SEV og IRF, tóku av innbjóðingini frá Maskinmeistarafelagnum um at koma til kunnandi fundir um støðuna, nú semingsmaðurin er givin í sínum royndum at fáa semju í lag millum felagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan sáttmála, og onki samband longur er millum partarnar.
Í gjár var fult hús hjá Maskinmeistarafelagnum við Grønlandsvegin í Havn, tá tann fyrsti fundurin var, í morgun áttu maskinmeistararnir á Vágsverkinum tørn, tá kunnandi fundur var á Hotel Tvøroyri, og seinnapartin var so aftur fundur í Maskinmeistarafelagnum í Havn, har maskinmeistararnir í miðøkinum, sum ikki høvdu møguleika at møta á fundinum í gjár, vórðu kunnaðir.
Á øllum trimum fundunum er boðskapurin væl móttikin. Í Suðuroy undraðist Berit Hovsgarð stórliga um mótviljan hjá KAF at ganga einum kravi um skipað viðurskifti á møti, tá hugsað varð um ússaligu lønina, sum maskinmeistararnir fáa, og arbeiðsviðurskiftini annars:
Næstan allir maskinmeistararnir á Vágsverkinum møttu á kunnandi fund á Hotel Tvøroyri, her eru teir avmyndaðir uttan fyri í góðveðrinum: Berit Hovsgarð, Sólberg Jacobsen, Høgni Hammerfoss, Poul Dan Kjærbo, Hilmar Bech, Torkil Strøm, og uttast høgrumegin er tað Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, fegnast um góðu móttøkuna, sum kunningin fekk á teimum trimum fundunum, og hann ásannar eisini, at tað krevur eina frágreiðing, tá nevnd og samráðingartoymi í hesum samráðingunum eru farin so miðvíst eftir at kalla bara einum máli, nevniliga arbeiðstíðarreglum, meðan siðbundna lønarkravið nóg illa erður nevnt.
- Onkur hevur helst undrast, tá vit tíðliga í samráðingunum meira ella minni góvust við royndunum at fáa meira beinleiðis upp á lønina, enn tað, sum feløgini fingu, ið samráddust, áðrenn vit áttu tørn – tað vil siga, meira enn hesin famøsi, ultimativi karmurin gevur rúm fyri. Vit vistu, at tað var nyttuleyst og tí bara fór at verða ein sjónleikur.
- Vit vildu heldur brúka okkara orku upp á at fáa skipað viðurskifti á sáttmálaøkinum – tí tað er tað verri enn so í dag. Góðar og greiðar arbeiðstíðarreglur hava stórst týdning í so máta, fyri tað fyrsta sum eitt amboð at tryggja, at galdandi sáttmáli verður hildin, og fyri tað næsta sum ein fortreyt fyri, at tað yvirhøvur gevur meining hjá okkum at gera nýggjar avtalur um vaktarskipanir og aðrar skipanir, sum onkursvegna ávirka arbeiðstíðina og harvið eisini frítíðina hjá okkara limum.
- KAF vil tó ikki vita av nøkrum reglum at skilja ímillum arbeiði og frítíð, men nú hava vit í hvussu er havt høvi til at greiða limunum væl og virðiliga frá, hví vit halda tað hava so ovurstóran prinsipiellan og sanniliga eisini praktiskan týdning at fáa ásett greiðar reglur um hetta í sáttmálanum. Tað er mín kensla, at limirnir skilja týdningin og eru til reiðar at standa saman, og tað fast, um hetta kravið, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Missa pengar
Tað er heldur ikki so, at ongir pengar eru upp á spæl, tá tað um arbeiðstíðarreglur ræður, tí í felagnum eru tey sannførd um, at maskinmeistararnir hjá SEV missa nógvar pengar og avspáking, tí SEV umsitur vaktarskipanir, sum ongantíð eru góðkendar av Maskinmeistarafelagnum, og arbeiðstíðina annars í stríð við sjálvan sáttmálan.
Maskinmeistarafelagið fer nú undir at kanna vavið av hesum máli, sum felagið ikki er í iva um eisini fevnir um sáttmálabrot. Til endamálið hevur felagið fingið fulltrú frá meginpartinum av maskinmeistarunum á sáttmálaøkinum at biðja um innlit í skrásettu tímarnar hjá hvørjum einstøkum fýra ár aftur í tíðina, og hvussu tímarnir eru býttir á yvirtíð, vaktararbeiði við meira.
Á Vágsverkinum eru maskinmeistararnir ofta einsamallir á vakt, og tað er ein trygdarspurningur, um tað er í samsvari við galdandi reglur, heldur Maskinmeistarafelagið. Her greiðir Arnfinn Bech frá ætlaðu arbeiðstíðsreglunum
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum legði stóran dent á týdningin av samanhaldi, um tað skal eydnast at røkka líkinda úrsliti í sperdu sáttmálastøðuni. Her sigur hann nøkur eggjandi orð á fundinum í Maskinmeistarafelagnum seinnapartin