Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
03. okt. 2024

Limafundur við limir ið sigla við Handilsskipum.

Í dag skipaði Maskinmeistarafelagið fyri kunningarfundi fyri Maskinmeistaranum, ið arbeiða á sáttmálaøkinum við Reiðarafelagið fyri Handilsskip. Fundurin var skipaður í sambandi við komandi sáttmálasamráðingar og vóru komandi sáttmálakrøv havd á lofti. Formaðurin legði út við at bjóða vælkomin, síðani tók nevndarlimurin, ið varar av sáttmálaøkinum, Mortan S. Thomsen orðið.

Á fundinum vóru ymisk viðurskifti havd á lofti viðv. sáttmálanum við Reiðarafelagið fyri Handilsskip, og var semja um at sáttmálin átti at dagførast soleiðis at sáttmálin var tíðarhóskandi.

Íkastið frá limum ið sigla við farmaskipum í Føroyskum sjóøkið var eitt gott íkast til tey krøv í nevndin ið Mortan S. Thomsen stendur á odda fyri. 

Fundurin var so mikið góður at felagið ætlar at skipað fyri einum uppfylgjandi fundi í november 2024, soleiðis at limir ið ikki kundu møta á fundinum í dag, eisini fáa møguleikan fyri at gera sína ávirkan galdandi.

Semja var tó um at styrkin í øllum fakfelagsarbeiði liggur í limaskapi í felagnum og i hesum sambandi verður heitt á teir Maskinmeistarar ið ikki eru limir í felagnum, um at tekna seg sum lim. 

Limafundur

Næsti kunningarfundur fyri limir ið eru fevndir av sáttmálaøkinum verður uml. 21. november 2024. Nærri kunning kemur seinni hesum viðvíkjandi.

Arnfinn Bech, formaður