Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
09. jan. 2025

Starvsfólk og nevnd í sorg.

Starvsfólk og nevnd í Maskinmeistarafelagnum eru merkt av syndarligu vanlukkuni, sum hendi umborð á farmaskipinum Glyvursnesi beint eftir nýggjár. Fremsta raðfesting hjá felagnum nú er at vera tøk og til reiðar at hjálpa og stuðla

Í Maskinmeistarafelagnum nívir sorgin eftir vanlukkuna umborð á Glyvursnesi hjá Smyril Line 2. januar. Fyrstimeistarin  lat lív í vanlukkuni, maskinstjórin varð illa løstaður, og ein triði maður fekk eisini skaða, tó ikki lívshættisligan.

“ Fyrstimeistarin og maskinstjórin eru limir hjá okkum, so vit eru sjálvsagt ógvuliga skelkað av vanlukkuni. Fremst í sinni er sorgin um, at fyrstimeistarin lat lív í vanlukkuni, og tankar okkara eru hjá hansara kæru. Samstundis eru vit takksom fyri, at maskinstjórin ikki longur er í lívsvanda, og at tann triði maðurin ikki varð so illa løstaður. Enn er einasta raðfesting hjá okkum í sambandi við vanlukkuna at vera tøk og til reiðar at hjálpa og stuðla, um onkur av teimum avvarðandi hevur tørv á tí”, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum í stuttari viðmerking.