Fult útgjald til pensjónsaldur.
Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava teknað nýggja felags samlagstrygging hjá LÍV. Nú verður útgjaldið við deyða óbroytt 800.000 krónur alt arbeiðslívið
Felags samlagstryggingin, sum Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelg hava í LÍV, er vorðin munandi meira virðismikil fyri limirnar og teirra avvarðandi, nú hon júst er endurnýggjað.
Stóra broytingin er útgjaldið, sum maki ella annar eftirsitandi fær, um limur doyr. Høvuðsupphæddin er framvegis 800.000 krónur, men í gomlu avtaluni minkaði upphæddin við 25.000 krónum um árið frá 51 ára aldri, so at hon var komin niður í helvt, 400.000 krónur, tá limurin hevði rokkið almenna pensjónsaldurin. Pensjónsaldurin er nú 67,5 ár.
Hetta er broytt, soleiðis at útgjaldið við deyða ikki longur minkar við aldrinum, men er 800.000 krónur, líka til limurin verður pensjoneraður, og samlagstryggingin heldur uppat.
Aðrar upphæddir í nýggju samlagstryggingini eru óbroyttar í mun til ta gomlu avtaluna. Um hjúnafelagi ellan sambúgvi hjá tryggjaða liminum doyr, fær hann útgoldið hálva høvuðsupphædd, tað er 400.000 krónur. Verður limurin raktur av ávísum hættisligum sjúkum, fær hann útgoldið 150.000 krónur, og sama upphædd verður útgoldin, um barn hjá limi verður rakt av ávísum hættisligum sjúkum – listi yvir hættisligu sjúkurnar, ið geva rætt til útgjald, er at finna á síðuni um tryggingar her á heimasíðuni hjá LÍV. Hevur tryggjaði limurin tørv á hoyritóli, rindar samlagstryggingin eisini fyri tað, tó í mesta lagi 4.000 krónur fyri hvørt oyra.
Nýggja og betraða samlagstryggingin er eitt vet dýrari enn tann gamla, sum kostaði 350 krónur um mánaðin. Tryggingargjaldið er nú 400 krónur um mánaðin, og tað verður goldið av eftirlønarinngjaldinum hjá limum, sum hava sína eftirløn hjá LÍV. Limir, sum hava eftirlønaruppsparingina aðrastaðni, men ynskja at verða við í samlagstryggingini hjá LÍV, skulu gera avtalu við tryggingarfelagið um hetta við at venda sær til LÍV.
Maskinmeistarafelagið mælir altíð sínum limum til at kanna síni tryggingarviðurskifti.
Um spurningar eru hesum viðvíkjandi, kann limur altíð venda sær til skrivstovuna ella til tryggingarfelagið LÍV.
Avtalan er galdandi frá 1. januar 2025.