Sjóvinnuráðið: Azimuthur skal teljast við.
Meirilutin í Sjóvinnuráðnum gevur Maskinmeistarafelagnum viðhald í, at azimuthurin eigur at teljast við í framtøkumegina hjá Jákup Sverra. Ein annar meiriluti avgjørdi, at framtøkumegin hjá skipinum kortini er niðan fyri 3.000 kW, men vóru ósamd um, hvat neyva talið er
Tað hevur tikið drúgva tíð hjá Sjóvinnuráðnum at taka avgerð í kæruni hjá Maskinmeistarafelagnum um manningarskjalið hjá havrannsóknarskipinum Jákup Sverra. Kæran varð send ráðnum 24. mai í fjør, men nú hevur ráðið loksins tikið avgerð, og hon gevur Maskinmeistarafelagnum viðhald í høvuðsuppáhaldinum, nevniliga at azimuthurin á Jákup Sverra skal teljast við í framtøkumegini.
- Fyri okkum var stríðsmálið um azimuthin tað týdningarmesta í øllum málinum, tí talan er um ein sera prinsipiellan spurning. Nú er hann svaraður, og vit hava fingið viðhald í, at azimuthurin skal teljast við, tá framtøkumegin verður ásett. Tað fegnast vit sjálvsagt um, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sum eisini sjálvur hevur sæti í Sjóvinnuráðnum.
Avgerðin hjá ráðnum varð ikki tikin í semju og er soljóðandi:
Ein meiriluti í Sjóvinnuráðnum tók avgerð um, at azimuthurin skal roknast uppí framtøkumegina hjá Jákup Sverra XPZO. Ein meiriluti í Sjóvinnuráðnum tók tó avgerð um, at framtøkumegin hjá Jákupi Sverra XPZO er undir 3000 kW. |
Meirilutin, sum atkvøddi fyri, at azimuthurin skal roknast uppí framtøkumegina, taldi Rúnu Guttesen, forkvinnu í Sjóvinnuráðnum, Arnfinn Bech, formann í Maskinmeistarafelagnum, Annfinn Garðalíð, formann í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og Jan Højgaard, formann í Føroya Fiskimannafelag.
Forkvinnan var eisini við í hinum meirilutanum, sum umframt hana taldi Jónas Sigmarsson, Stefan í Skorini og Ludvík við Stein.
Hvat rætta talið fyri framtøkumegina á Jákup Sverra er, og sum Sjóvinnustýrið eigur at skriva í manningarskjalið, er tó bara blivið enn meira fløkt eftir viðgerðina og avgerðina í Sjóvinnuráðnum. Tí nú eru trý tøl at velja ímillum.
Formenninir í teimum trimum manningarfeløgunum halda fast um, at rætta talið er 3.200 kW, sum eisini var uppáhaldið í kæruni hjá Maskinmeistarafelagnum. Jónas Sigmarsson, Stefan í Skorini og Ludvík við Stein halda, at 2.400 kW, sum Sjóvinnustýrið hevur skrivað í manningarskjalið, er rætt, men Rúna Guttesen, forkvinna í Sjóvinnuráðnum, heldur, at rætta talið er 2.998 kW, sum er mesta orkan, sum teir báðir el-generatorarnir á skipinum kunnu framleiða tilsamans.
Arnfinn Bech fegnast um at hava fingið viðhald í, at azimuthurin á Jákup Sverra eigur at roknast upp í framtøkumegina, men hann er spentur uppá, hvat Sjóvinnustýrið fer at gera, tí Sjóvinnuráðið hevur nú trý boð uppá, hvat framtøkumegin er