Kom á limaveitslu 15. mars kl. 18.00..
Freistin at tekna seg til veitsluna er 10. mars 2025.
Hevur tú ikki longu melda teg til limaveitsluna eftir aðalfundi, ið verður á Hotel Hilton, so er at gera tað nú.
Veitslan byrjar eftir aðalfundin við brellbitum og hugna.
Matarskrá:
Vit fara til borðs uml. kl 18.00. Á matarskránni eru 3 rættir:
Forrættur við bakaðum toski við chimmichuri, tomatum og persillurótskremi
Høvuðsrættur: Braisseraður oksatjúkkambur, pommes pure, graskar og gremolata
Omaná: Panna cotta við rommi, ananas og kokus
Borðstjóri verður Magnus Magnussen.
Tilmelding krevst til limaveitsluna og skal tilmelding sendast til: mf@mf.fo ella kann boðast frá luttøku við at ringja til felagið á tlf.: 314718 í seinasta lagið 10. mars 2025.
Møguleiki er at bóka sær hotelkamar á Hotel Hilton fyri serprís, við at skriva til: eydna@hiltongardeninn.fo
Møti fjølment!
Vinarliga
Nevndin