Álitisfólkaskeið.
8 Álitisfólk hava verið á skeiði hjá Maskinmeistarafelagnum 6. februar 2025.
Áhugavert álitisfólkaskeið var hildi undir góðum kørmum á hotel Hilton 6. februar 2025.
Maskinmeistarafelagið hevur haft álitisfólkaskeið fyri álitisfólk ið arbeiða á sáttmálaøkinum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum (KAF) og sáttmálaøkinum hjá Alment settum á Landi.
Álitisfólkaskeiðið var deilt upp í tveir partar, har felagið hevði fingið Eyðbjørn Larsen, sakførara hjá felagnum um at gjøgnumganga ásetingarnar á sáttmálaøkinum. Hetta var gjørt fyri at geva okkara álitisfólkum størri og breiðari innlit í álitisfólkaskipanina.
Seinni parturin av álitisfólkaskeiðinum var fokus sett á gerandisdagin hjá álitisfólkum. Her hugsaði felagið at geva álitisfólkunum møguleikan fyri at tosa meira opið um, gerandsligar trupulleikar. Seinni parturin av skeiðnum var leiddur av Herlufi Sørensen, ið hevur drúgvar royndir við ráðgeving innan organisatiónssálarfrøði. Herluf Sørensen legði dent á at fáa álitisfólkini, at seta orð á gerandisdagin í virki sum álitisfólk og fáa álitisfólk at seta orð á hvat Maskinmeistarafelagið átti at haft sum fokusøkir í sambandi við álitisfólk í síni heild.
Maskinmeistarafelagið takkar luttakandi álitisfólkum fyri íkastið og ætlar felagið í enn størri mun at styrkja álitisfólkaskipanina hjá felagnum. Felagið kann við hesum evnisdegi staðfesta at álitisfólkaskeiðir eru komin fyri at vera.
Komandi álitsfólkaskeið verður kunngjørt í næstum.
Annars var skráðin fyri álitisfólkafundin soljóðandi:
Morgunmatur. Hallartún
kl. 09.45. Gjøgnumgongd av áseting um álitisfólk í sáttmálunum.
kl. 12.00. Miðmáli. Hallartún
kl. 13.00. Álitisfólki – gerandisdagur álitismanna. (Spurningar og svar).
kl. 14.45. Steðgur.
kl. 15.00. Sáttmálasamráðingar.
kl. 16.00. Eftirmeting.
kl. 18.00. Døgurði: Hallartúr