Semja undirskrivað.
Kl. 01.00. í nátt var semja undirskrivað millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava góðtikið semingsuppskotið ið Semingsstovnurin legið fyri partarnar í nátt.
Semjan er gjørd um eina lønarhækkan upp á 4,32% 1. mars 2025 og 3,87% 1. mars 2026.
Aðrar broytingar eru í sáttmálanum m.a. í starvssetan og uppsøgn, yvirtíðargjald og regulering í kostpeningi.
Somuleiðis eru broytingar gjørdar viðvíkjandi eftirútbúgving og skeiðsdøgum. Broytingin viðvíkjandi hesi áseting er tann, at reiðaríir hava haft møguleika at senda Maskinmeistarar á skeiðsvirksemið á frídøgum í upp til 5 dagar í einum álmanakkaárið uttan eyka kostnað. Dagatalið er nú lækka niður í 4 dagar í einum álmanakkaárið.
Allar broytingar uttan lønarhækkanin er galdandi frá 1. apríl 2025.
Semjan kann siggjast her.