Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
28. mai 2025

Úrskurðarfundur í Fasta Gerðarrætti 28. mai 2025 kl. 09.00..

Úrskurðarfundur er ásettur til at vera í dag 28. mai 2025 kl. 9 í mál 01/2023 millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið móti Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at fyrsti ferðadagur hjá skipara ella stýrimanni eftir § 4, stk. 2 í sersáttmálanum fyri størri handilsskip í frálandavinnu, smb. § 9, stk. 6 í høvuðssáttmálanum, er dagurin eftir at skipari ella stýrimaður er avloystur ella farin í land.

Reiðarafelagið fyri handilsskip skal samsvarandi hesum viðurkenna, at tann dagurin, skipari ella stýrimaður verður avloystur ella fer í land, er arbeiðsdagur, og at hann tí innvinnur rætt til ein frídag fyri hendan dag.

Úrskurðarfundurin verður í skúlastovuni í ALS-húsinum á Tinghúsvegi 14, hædd 3.

Úrskurðarfundurin er almennur.

keda: Fasti Gerðarrættur