Prógvhandan, Vinnuháskúlin.
25. juni var Vinnuháskúlin karmur um prógvhandan, har Maskinmeistara, Maskinistar, Skipsførarar og Skiparar vóru fagnað.
Myndir: Høgni Heinesen
Maskinmeistarar: Dánjal Pauli Joensen, Eyðtór á Dalbø, Jógvan Hendrik Joensen, Jógvan Rasmus Falkvard Simonsen, Kristin Andrias Poulsen og Rógvi Skála.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Eyðtór á Dalbø fekk ein grindaknív frá S.E.V. og Jógvan Hendrik Joensen fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.
Maskinistar: Aleksandur Larsen Black, Bjarni Viggo Hansen, Bjarti Ryan, Brynjolvur Dahl, Ellindur Johansen, Eyðfinn Jacobsen, Høgni Johansen, Jens Wenningsted Hentze Mortensen, Joan Finnsdóttir Joensen, Julian Hayfield Eysturdal, Karl Emil Lervig, Kári Sólheyg, Magni Weihe, Poul Edvard av Kák, Poul Jóhannus Henriksen Nielsen, Sonni Højgaard, Teitur Heinesen og Tonny Kjelnæs.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Julian Hayfield Eysturdal fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum og Poul Edvard av Kák fekk og Tonny Kjelnæs fingu hvør sín kikara frá Trygd.
Maskinmeistarafelagið ynskir øllum hjartaligani tillukku við próvnum.