16. aug. 2025
Fráboðan frá Maskinmeistarafelagnum og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Vísandi til, at Fasti Gerðarrættur hevur sagt fyribils úrskurð um, at fráboðanin til Fíggjarmálaráðið tann 25. juli 2025 um, at feløgini nokta limum sínum at gera tænastu við Galaxy, er óheimilað, tí partarnir hava sáttmála um Strandfersluna, so verða umrøddu fráboðanir hervið tiknar aftur.
Úrskurðurin hjá Fasta Gerðarrætti broytir tó onki í mun til, at ósemja er millum partarnir, um arbeiðið hjá limunum hjá Føroya Skipara- og navigatørfelag og Maskinmeistarafelahnum á avloysaraskipinum er fevnt av ella fellur uttanfyri galdandi sáttmála millum partarnar.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Maskinmeistarafelagið