Nýggja avtala tippir hol.
Kommunalu arbeiðsgevararnir skulu brúka sáttmála hjá Maskinmeistarafelagnum í størvum, sum náttúrliga fella undir arbeiðsøki hjá limum í felagnum. Tað sigur nýggj avtala
Í gjár skrivaðu Maskinmeistarafelagið og KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelagið) undir nýggja avtalu, sum tryggjar, at øll størv, sum í roynd og veru eru ætlað fólki við útbúgvingum, ið Maskinmeistarafelagið fevnir um – tað er maskinmeistarar, maskinistar og el–installatørar – verða sett eftir sáttmála hjá felagnum. Eftir avtaluni skulu fólk í hesum størvum setast eftir sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið fyri alment settar maskinmeistarar á landi, um starvið ikki er fevnt av sáttmálanum fyri SEV og IRF.
Per Martin Gregersen, formaður í KAF, og Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, fegnaðust báðir um nýggju avtaluna
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, fegnast um avtaluna, sum hevur stóran prinsipiellan týdning fyri felagið. Áður hevur tað nevniliga við jøvnum millumbilum elvt til ørkymlan og misnøgd, tá tað til dømis í kommunalum ella interkommunalum starvslýsingum er latið upp fyri, at størv kunnu setast eftir øðrum sáttmálum, sjálvt um starvið í roynd og veru er ætlað fólki við teimum førleikum, sum limirnir í Maskinmeistarafelagnum hava.
– Nú sleppa vit undan at klandrast um hatta, og tað eri eg stak fegin um, tí slík stríðsmál eru uppá allar mátar slítandi og púra óneyðug. Kommunalu arbeiðsgevararnir hava eisini sýnt góðan vilja til at fáa reinar linjur á hesum økinum, so tingingarnar hava gingið bæði skjótt og væl, sigur Arnfinn Bech.
Nýggja avtalan kann takast niður HER.