17. des. 2025
Brævatkvøður til komandi aðalfund 2026.
Kom og greið brævatkvøðu. Fram til aðalfundin stendur limi í boði at greiða brævatkvøðu.
Brævatkvøður
Fram til aðalfundin, sum verður 14. mars 2026, ber til at atkvøða við brævatkvøðu á skrivstovu felagsins á Grønlandsvegi 58, Fo-100 Tórshavn.
Felagsskrivstovan hevur opið mánadag til fríggjadag frá kl 9 til kl 15.
Fyri vali standa Magni G. Joensen av Norðskála og Rógvi K. Hansen úr Kollafirði. Teir hava báðir valt at stilla upp aftur til komandi valskeið.
Til ber at stilla upp til nevndina á sjálvum aðalfundinum.
Tá freistin var úti 15. desember 2025 til at stilla upp til formansvalið var greitt, at Arnfinn Bech núverandi formaður, var einsamallur kandidatur til formansevnið. Sostatt verður Arnfinn Bech formaður komandi valskeið.