Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
15. jan. 2026

14 Maskinmeistarar fingu prógv.

Á Vinnuháskúlanum mikudagin 14. januar fingu 27 Maskinmeistarar, Skiparar og Skipsførarar prógv handað. Av teimum 27 vóru 14 maskinmeistarar. Stjórin Símun Poulsen bjóðaði vælkomin og helt røðu fyri demitantunum. Formaur felagsins helt somuleiðis røðu.

Myndir: Høgni Heinesen

Í røðuni, ið Arnfinn Bech bar fram vísti hann frá egnum royundum, tá hann sum ungur var liðugur sum Maskinmeistari. Arnfin Bech nevndi, at hann sum ungur kom at arbeiða saman við tveimum royndum maskinmeistarum, ið komu at hava ávirkan á sína lívsleiði.

Annar var íverkseti og sá møguleikar í øllum, hin var jarðbundin og tekniskt sterkur. Báðir vóru fyrimyndir, og teir vístu honum, hvat tað vil siga, at vera maskinmeistari. Hann minti í hesum sambandi á, at nýútbúnu Maskinmeistararnir nú sjálvir eru fyrimyndir, og heitti tí á teir, um at geva vitan og royndir víðari til komandi ættarlið.

Ægir Tóruson við Úlvsá fekk handað 1. virðirløn frá Maskinmeistarafelagnum.

Sigmund Fríðison spældi nøkur fangandi løg, meðan áhoyrara inniliga lurtaðu.

Eftir handanina bjóðaði Maskinmeistarafelagið nýklæktu Maskinmeistarunum á felagið, har borðreitt var við smyrjibreyðum v.m.

Í hesum sambandi nýtti felagið høvi at kunna um viðkomandi arbeiðsmarknaðarlig viðurskifti, sáttmálaøkið, lønarlag og pensjóns- og tryggingarviðurskifti, nú hesir standa á gáttini til at fara út á arbeiðsmarknaðin.

Maskinmeistarafelagið ynskir øllum demitantum hjartaliga tillukku við próvnum.