Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
16. jan. 2026

Nýggir maskinmeistarar vístu fakfelagsáhuga.

Stutt eftir, at hátíðarløtan á Vinnuháskúlanum var av, kom meginparturin av nýklaktu maskinmeistarunum á gátt í Maskinmeistarafelagnum. Formaðurin fegnast um stóra áhugan

Mikudagin var hátíðarløta á Vinnuháskúlanum í Havn, tá 14 maskinmeistarar, níggju skiparar og fýra skipsførarar fingu prógv síni handað.

Sum altíð var nógv fólk komið saman í Skálanum, har fleiri nýttu høvið at taka orðið, og gestasangarin hesa ferð, Fríði Sigmundsson, undirhelt við sínum frálíka tónleiki.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, var eisini til staðar og handaði Ægiri Tóruson við Úlvsá virðislønina fyri hægsta próvtalið hjá nýútbúnu maskinmeistarunum, og formaðurin helt eisini eina røðu, sum kann lesast niðast í greinini.

Hesir fingu prógv sum maskinmeistarar: Adrian Salberg Mouritsen (vantar á myndini), Andrias Lind Jacobsen, Bjartur Hansen, Brynjar Petersen, Jákup Danielsen, Jógvan Absalon Matras Absalonsen, Jón Ljósstein Müller, Jósef Sivertsen, Kristoffur Vidtfeldt, Olgar Eysturdal Justesen, Nicklas Olivur Dam, Pætur Heinason, Sámal Pauli Bernharsson Petersen og Ægir Tóruson við Úlvsá

Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum, beyð vælkomin

Fríði Sigmundsson kyndi undir góða hýrin við sínum frálíka tónleiki

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum handar Ægiri Tóruson við Úlvsá heiðursgávu, eitt mátitól, fyri besta próvtal

Nógv fólk var komið saman í Skálanum á Vinnuháskúlanum, og sum siður er, reistust øll, tá tjóðsangurin bleiv sungin

Stórur áhugi fyri fakfelagnum

Síðan Arnfinn Bech tók við sum formaður, hevur tað verið fastur táttur at bjóða nýklaktu maskinmeistarunum at vitja í Maskinmeistarafelagnum eitt sindur eftir prógvhandanina. So skuldi eisini verða hesa ferð, men tá fleiri teirra vóru á gáttini at fara til sjós ella í starv uttan fyri landoddarnar, bleiv tað avtalað á staðnum at hava hetta tiltakið beinanvegin eftir hátíðarløtuna mikudagin.

Undirtøkan var stór, og tað gleðir formannin í Maskinmeistarafelagnum.

- Onkur var longu farin avstað at byrja í nýggjum starvi, men eg haldi, at allir komu, sum yvirhøvur kundu koma, og teir høvdu nógv at spyrja um. Sjálvandi snúgva nógvir spurningar seg um praktisk viðurskifti hjá tí einstaka, sum skal í sítt fyrsta starv sum nýútbúgvin maskinmeistari, men tað er mín greiða fatan, at generelli áhugin fyri fakfelagsarbeiðnum og týdninginum av samanhaldi og samhaldsfesti eisini er stórur. Tí er tað eisini so umráðandi, at felagið er sjónligt og stendur til reiðar at lofta nýútbúnu maskinmeistarunum, so títt og knapt teir hava fingið prógvið í hondina, sigur Arnfinn Bech.

Arnfinn Bech helt eina eggjandi røðu

Røðan hjá formanninum

“Góðu maskinmeistarar, skipsførarar og skiparar.

Allarfyrst vil eg vegna meg sjálvan og Maskinmeistarafelagið ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við próvnum.

Tað rørir meg at síggja tykkum fáa handað prógv í dag. Kenslurnar, eg sjálvur hevði, tá eg sat í tykkara stað fyri mongum árum síðani, koma aftur – ein kensla av at vera liðugur, komin á mál, og at ein nýggj lívsleið liggur fyri framman.

Eg veit, at tit ikki eru komin sovandi til hetta úrslit. Vegurin higar hevur kravt hart arbeiði, fokus og raðfestingar. Ofta hava tit sett skúlan fram um frítíð, vinir og familju. Tí er hetta eitt úrslit, tit kunnu vera ernir av.

Minnist eisini til at takka teimum, sum hava staðið aftanfyri og stuðlað tykkum á leiðini – familju, vinum og floksfeløgum. Og haldið fast í teimum vinabondum, tit hava knýtt hesi skúlaárini.

Tit standa nú allir á gáttini til eina spennandi yrkisleið.

Maskinmeistaraútbúgvingin er ein sterk og framtíðartrygg útbúgving, sum gevur tykkum maskinmeistarum møguleikar bæði á sjógvi og landi – her heima og uttanlands. Virðingin fyri maskinmeistarafakinum er høg, og tit fara at uppliva, at tit hava eitt frælsi at velja kós – og eisini at broyta hana, um tit vilja.

Líkamikið hvar tit enda, koma tit at hava ein sentralan leiklut í framtíðini.

Maskinmeistarar standa í fremstu røð í tí grøna orkuskiftinum. Bæði á sjógvi og landi eru stórar broytingar í gongd, har nýggjar og varandi orkuloysnir verða mentar. Hvørjar loysnirnar verða, veit ongin heilt enn – men tað, vit vita, er, at tørvurin á dugnaligum maskinmeistarum fer at vaksa.

Framtíðin verður eisini meira automatiserað og digital. Skip hava verið automatiserað í nógv ár, men framtíðar skip verða tilvitað smart. Vitlíki og digitalar skipanir fara at broyta arbeiðshættir og krøv – men tey fara ikki at taka arbeiðið frá okkum. Tað fer altíð at vera tørvur á fólki, sum skilja skipanirnar, finna feilir, gera viðlíkahald og taka ábyrgd.

Arbeiðsuppgávurnar broytast, og leiklutirnir umborð kunnu flyta seg. Tað setir krøv til útbúgvingarnar – men eisini til tykkum. Við próvnum eru tit ikki liðug at læra. Tvørturímóti. Hugurin at dagføra vitan og læra nýtt verður ein av tykkara størstu styrkjum.

Tá eg sjálvur kom út á arbeiðsmarknaðin, arbeiddi eg saman við tveimum maskinmeistarum – Heria og Pidda.
Annar var íverksetin, sum sá møguleikar í øllum og hevði dirvi. Hin var jarðbundin, tekniskt sterkur og fekk alt at rigga. Báðir vóru fyrimyndir, og teir vístu mær, hvat tað vil siga at vera maskinmeistari, og eiga teir ein stóran part av æruni fyri, at eg standi her í dag.

Tit hava sikkurt eisini havt ein “Pidda” ella ein “Hera” í tykkara lívi, sum eiga ein part av æruni fyri, at tit sita her í dag – og nú eru tit sjálvir vorðnir fyrimyndir.

Eg vil tí heita á tykkum um at geva vitan og royndir víðari, stuðla ungum og hjálpa starvsnæmingum og lærlingum, tit møta á tykkara yrkisleið.

Eg vil eisini minna á týdningin av samhaldsfesti og fakfelagssinni. Tá arbeiðsmarknaðurin er góður, er lætt at standa einsamallur – men mótgongd kann koma skjótt. Tá er gott at hava eitt sterkt bakland, sum stendur saman og tekur ábyrgd.

At enda vil eg takka Vinnuháskúlanum fyri gott samstarv og fyri at bjóða Maskinmeistarafelagnum at vera partur av hesum degi.

Eg vil enn einaferð ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við prógvunum og eina góða og spennandi framtíð sum maskinmeistarar, skipsførarar og skiparar.

Takk fyri.”

Myndirnar tók Høgni Heinesen fyri Vinnuháskúlan.