Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
20. jun. 2023

Kvøða formansins til nýklaktu maskinmeistararnar og maskinistarnar.

Prógvhandanin hósdagin 22. juni var tann fyrsta hjá Arnfinni Bech sum formaður í Maskinmeistarafelagnum. Ikki færri enn 10 maskinmeistarar og 20 maskinistar fingu prógv. Her er røðan, formaðurin helt fyri teimum

Verðin liggur í dag víðopin fyri tykkum. Tit eru eftirspurdir um allan heimin við tykkara førleikum og vitan.

Hetta er fyri at takka einari útbúgving, einum skúla og ikki minst lærarum í heimsflokki, sum møta inn á Vinnuháskúlanum hvønn dag fyri at geva næmingum tað allar besta.

Tit hava nomið tykkum eina útbúgving, sum avgjørt peikar beint frameftir, har bæði starvs- og útbúgvingarmøguleikar eru í eini rúkandi menning.

Virðingin fyri maskinmeistarafakinum er sera høg – serstakliga í okkara grannalondum. Har tit kunnu velja og vraka ímillum størv á sjógvi og landi.

Hetta síggja okur eisini er við at gera seg meira og meira galdandi her heima og gevur hettar tykkum frælsi at velja eina leið, fyri síðan seinni at kunna broyta kós og royna tykkum við heilt øðrum og spennandi avbjóðingum. Tit koma at standa í fremstu røð í tí grøna orkuskiftinum.

Eg veit, at tit ikki eru komnir sovandi til hetta úrslit. Vegurin til at sita her í dag krevur hart arbeiði og fokus. Har tit tey síðstu trý árini sikkurt hava prioriterað skúlan fram um sosial vinabond og familju.

Minnist til at æra tey, sum hava staðið aftanfyri og stuðlað tykkum. Og virðismetið og haldið tey vinabond, tit hava knýtt hesi skúlaárini.

Nú tit sita her við endaligum prógvi og skulu út at standa á egnum beinum, vil eg eisini heita á tykkum um ongantíð at gerast ov hástórir og altíð at fara við fólki, soleiðis sum tit sjálvir vilja verða viðfarnir. Verið heldur ikki bangnir fyri at býta út av tykkara vitan, vísið format við at bjóða tykkum fram og eisini við at tora at lova øðrum framat, tá ið loysnir skulu finnast.

Hurðin út í ta víðu verð stendur opin framman fyri tykkum.

Góðu Maskinistar, tit hava nú tikið fyrsta stig og standa við einum valið um at skulu halda áfram á til maskinmeistara ella fara at sigla. Líkamikið hvat tit velja, so gerið tað, sum er rættast fyri tykkum.

Tá eg stillaði upp sum formaður fyri felagið í mars, so var tað við einari klárari virkisskrá um at Maskinmeistarafelagið:

- søkir enn tættari samstarv við onnur fakfeløg í Føroyum
- er meira sjónligt í tí almenna rúminum
- aktivt ráðgevur og leiðbeinir limum í setanar- og sosialum viðurskiftum.
- aktivt møtir ungum og nýggjum starvsfeløgum, og skapar ein pall og rúm til tykkum ungu, sum eru okkara framtíð og tað, vit skulu byggja uppá.


- Felagið eru gott áleiðis at byggja eitt gott og varandi samstarv við hini manningarfeløgini

- Felagið arbeiðir hart uppá at vera meira virkið í tí almenna rúminum, har okur eru í ferð við at dagføraokkara heimasíðu, gera video-spots, skriva greinar og koma út til so nógv tiltøk, sum til ber.

- Felagið hevur eisini sett fólk í starv við førleika at ráðgeva og leiðbeina limum í setanar- og sosialum viðurskiftum, og í tí sambandinum vil eg bjóða tykkum maskinmeistarum og maskinistum niðan á felagið á ein kunnandi fund um, hvat tit skulu verða varugir við tá tit søkja starv.

- Felagið ætlar eisini at fáa sett á stovn eitt ungdómsfelag og harvið skapa ein pall, eitt rúm fyri tey lesandi.

Annars vil eg ynskja tykkum øllum næmingum á Vinnuháskúlanum, sum sita her við endaligum prógvi, hjartaliga til lukku og blíðan byr frameftir.

Takk fyri