Finnur er nýggjur skrivsovuleiðari.
Grein úr Maskinmeistarablaðnum:
Maður kemur í mans stað, sigur orðatakið, og tó at tað sjálvsagt ikki ber til at pota 24 ára royndir og vitan hjá undanfarna skrivstovuleiðara inn í eitt nýtt fólk, so er Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, vísur í, at felagið í Finni Joensen hevur funnið júst tað rætta fólkið at taka við starvinum sum umsitingarleiðari.
Tað var akkurát einum sovorðnum profili, vit leitaðu eftir – ein, sum hevur førleikar og royndir at ráðgeva breitt og ikki minni evni og førleikar at ráðgeva og vegleiða limirnar í øllum teirra viðurskiftum, sigur formaðurin.
Hollar royndir. Finnur Joensen er úr Havn, 51 ára gamal og hann fevnir ógvuliga víða, tá tað ræður um førleikar og royndir frá bæði tí almenna og tí privata arbeiðsmarknaðinum og hevur eisini royndir frá fakfelagsarbeiði.
Handalagið er gott, tí sum blaðungur lærdi hann til timburmann og smíðaði hús, áðrenn hann í seinnu helvt av 1990’árunum fór til Danmarkar at útbúgva seg til sosialráðgeva. Sum sosialráðgevi arbeiddi hann eitt nú í fleiri ár sum samskipari hjá táverandi Nærverkinum, fyrst á forsorgarog pensjónsøkinum og síðan sum samskipari.
Hann sat eisini í nevndini í Sosialráðgevarafelag Føroya, bæði sum vanligur nevndarlimur og sum kassameistari og umboðaði eitt skifti felagið í norðurlendskum samstarvi.
Útbúgvingarleiðin steðgaði tó ikki har. Finnur Joensen fekk áhuga fyri fyrisiting, og í 2009 fór hann at lesa á Roskilde Universitetscenter, haðani hann í 2012 tók prógv sum cand.scient. adm í fyrisiting.
Heimafturkomin starvaðist hann sum ráðgevi í Almannamálaráðnum eitt stutt tíðarskeið og arbeiddi so sum ráðgevi og fyrisitari hjá Arbeiðsloysisskipanini, ALS, í eitt ár. Í november 2016 fór Finnur Joensen í starv sum HR- og fyrisitingarleiðari hjá stórari byggifyritøku í Føroyum og arbeiddi har í stívliga fimm ár.
Góður kokkur: Ferðin upp eftir útbúgvingarstiganum og akademiska prógvið hava tó ongantíð stygt hann frá kropsligum arbeiði ella gjørt hann bangnan fyri at dálka fingrarnar. Í tíðarbilum millum tey nevndu størvini hevur hann tískil gjørt ymiskt fyrifallandi arbeiði, bæði sum rágevi, timburmaður og sum kokkur. Á tí økinum er hann sjálvlærdur, men sambært góðum keldum, eru evnini so góð, at gravgangur er eftir at fáa hann sum kokk – bæði á landi og sjógvi.
Hann hevði ongantíð verið til skips, men júst góðu gávurnar at matgera gjørdu, at hann í vár eisini kundi seta flugubein við sjólívið í lívsrenslinum, tí tá hann sókti og fekk starvið sum skrivstovuleiðari, var hann farin at sigla sum kokkur við trolaranum Rankanum. Finnur Joensen er spentur at fara til verka í sínum nýggja starvi.
– Eg eri byrjaður, beint sum felagið stendur fyri at skula í eldin við sáttmálasamráðingum, men eg gleði meg at smoyggja upp um armar. Formaðurin er eisini nýggjur í sínum starvi, og ætlanin er, at vit báðir eisini geva okkum stundir at fara út at heilsa uppá á arbeiðsplássum, har maskinmeistarar starvast. Tann parturin – tað beinleiðis sambandið við limirnar – skal ongantíð undirmetast, sigur Finnur Joensen.
17 umsøkjarar vóru til starvið sum skrivstovuleiðari í Maskinmeistarafelagnum.