Nýggjur formaður og nýggjur nevndarlimur.
Leygardagin hevði Maskinmeistarafelagið sín ársaðalfund, sum hesa ferð varð hildin á Panorama á Hotel Hafnia.
Fráfarandi formaðurin, Tummas Eli Høj Joensen, bjóðaði vælkomin, og áðrenn farið var undir skránna, segði hann nøkur orð um nevndarlimin Poul Hera Selfoss, sum so brádliga doyði 29. desember. Aðalfundurin mintist síðan Poul Hera við einari løtu í standandi tøgn.
Ársaðalfundurin hesa ferð var serligur við tað, at tað longu frammanundan var greitt, at Arnfinn Bech av Tvøroyri skuldi taka við sum nýggjur formaður. Hann var nevniliga einasta valevni, eftir at Tummas Eli Høj Joensen tók sína uppstilling aftur 9. februar. Hann sat í nevndini, men hevur verið virkandi formaður síðan 1. september, tá Ólavur Gunnarsson fór frá í ótíð vegna nýtt starv.
Í nevndini vóru Regin Olsen og Róald Johannesen uppá val. Róald Johannesen kom sum tiltakslimur í nevndina, tá Poul Heri Selfoss doyði. Poul Heri Selfoss var eisini komin í nevndina sum tiltakslimur, og tað var fyri Tummas Eli Høj Joensen, tá hesin tók við sum formaður.
Regin Olsen bleiv afturvaldur, men hvørki Tummas Eli Høj Joensen ella Róald Johannesen stillaðu uppaftur. Í staðin kom Mortan Sólheim Thomsen í nevndina sum nývaldur.
Sum tiltakslimir í eitt ár blivu teir báðir Petur Olsen og Pól Jákup Larsen valdir sum einastu valevni. Petur Olsen er fyrstvaldur.
Nevndin fer at skipa seg á sínum fyrsta fundi í næstum.
Á myndini, sum var tikin eftir aðalfundin, eru tað úr vinstru Ólavur Østerø, Regin Olsen, nýggi formaðurin Arnfinn Bech, Rógvi K. Hansen og Petur Olsen, tiltakslimur. Mortan Sólheim Thomsen, nývaldur nevndarlimur, og Pól Jákup Larsen, nývaldur tiltakslimur, vóru báðir burturstaddir.