GREINAKAPPING.
Maskinmeistarafelagið fyllir 80 ár í ár, og í tí sambandinum fara vit at skipa fyri eini greinakapping ímillum limir felagsins.
Ætlanin er at hava tríggjar kappingar, tað í eftir er av árinum – eina kapping fyri hvørt blaðið, sum kemur út afturat í ár.
Fyri hvørja kapping verður 1., 2. og 3. virðisløn latin, og verða tær upp á ávikavist upp á 2.000, 1.000 og 500 krónur.
Vinnaragreinin verður prentað í Maskinmeistaranum og løgd á heimasíðuna, og nummar 2 og 3 verða eisini lagdar á heimasíðuna – og møguliga brúktar í blaðnum seinni, um tær hóska, í samráð við innsendaran.
Allar innsendar greinar eru meira enn vælkomnar, sama um tær eru kandidatar til virðisløn ella ikki, tí øll íkast kunnu heilt vist tæna sum íblástur til greinar til blaðredaksjónina at framleiða.
Næsta blað kemur út í endanum á mai, og longu tá er ætlanin, at fyrsti greinavinnarin verður kosin og vinnaragreinin prentað.
Tað merkir, at evstamarkið fyri innsending av greinum til kappingina er fríggjadagin 14. mai.
Einastu treytirnar fyri, at greinar verða góðkendar til kappingina, er, at tær onkursvegna snúgva seg um maskinmeistarafakið, serligar søgur um maskinur og maskinfólk, ella skrivað verður um fakfelagsviðurskifti í sambandi við maskinmeistarafakið. Greinarnar skulu ikki vera kjakgreinar í lesarabrævstíli.
Myndir skulu eisini vera til greinarnar, best er, um greinskrivarin sjálvur hevur góða mynd ella myndir at senda við, men eigur hann onga, hjálpa vit til við hesum.
Felagið tilskilar sær rættin til at rættlesa og redigera greinarnar, so tær eru málsliga og faktuelt í lagi. Hesum tekur blaðredaksjónin á Maskinmeistaranum sær av. Liðugt redigeraða greinin verður síðani send aftur til innsendaran til góðkenningar.
Evstamark til fyrstu kappingina er sum nevnt 14. mai. Ætlanin er hin bæði bløðini koma út í september og desember, og evstamark til tær kappingarnar er ávikavist 16. august og 29. november.
Greinar og annað tilfar skal sendast til mf@mf.fo