Nú er lima-appin tøk.
Innannet og lima-appin Intra gera viðurskiftini millum limirnar og Maskinmeistarafelagið meira ómakaleys, og umframt lættari samskifti fáa limirnir eisini beinleiðis ágóðar við avsláttraravtalunum, ið eru atknýttar
Nýggja innannetið – ella intranetið, sum tað ofta verður rópt – hjá Maskinmeistarafelagnum er farið at virka, og nú ber til hjá limunum at skráseta set sum brúkara.Ein nýggj lima-app er eisini knýtt at innannetinum, appin eitur Intra og kann takast niður ókeypis á teimum vanligu nethandlunum, haðani fólk útvega sær sínar appir, eitt nú App Store og Google Play.
Ætlanin var, at lata upp fyri atgongdini til innannet og app um hálvan februar, men tá stungu onkrir ivaspurningar seg upp viðvíkjandi nettrygd og dátuvernd, sum greiða mátti fáast á fyrst. Alt hetta er nú í lagi.
Les eisini: https://www.mf.fo/news/221/lima-appin-og-intranetid-a-gattini
Lima-appin er samskiftispallurin á innannetinum, og tað slepst eisini inn á hana á heimasíðuni hjá felagnum.
Umframt at appin fer at lætta um samskifti og viðurskifti annars millum limirnar og Maskinmeistarafelagið, so kunnu limirnir eisini fegnast um beinleiðis fyrimunirnar, sum eisini fylgja við, nevniliga avsláttrarskipanirnar.
Í løtuni eru átta handilsfyritøkur og veitarar av ymiskum slag knýttir at limakortinum, sum liggur á appini hjá tí einstaka liminum. Tað merkir, at limurin við at vísa limakortið fær avsláttur, tá vørur ella veitingar verða keyptar frá hesum fyritøkum. Aslátturin kann vera ymiskur frá fyritøku til fyritøku, og hjá onkrum er avslátturin avmarkaður til ávísar vørubólkar. Maskinmeistarafelagið roynir støðugt at fáa fleiri fyritøkur við í avsláttrarskipanina.
--
Skráset teg sum brúkara Tú skrásetir teg sum brúkara á innannetinum (intranetinum) á heimasíðuni hjá Maskinmeistarafelagnum, www.mf.fo. Á forsíðuni trýstir tú á “Gerst limur” og síðan “Skráset teg sum brúkara” í vinstra bredda. Her verða navn, telefonnummar og teldupostbústaður upplýst, krossa av í “Jeg er ikke en robot” og trýst síðan á “Send umbøn”. Tú fært síðan ein teldupost við váttan um skráseting og einum loyniorði. Gev gætur, at tað kunnu ganga tveir – tríggir dagar, áðrenn tú fært teldupostin. |